Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ågot fer helst upp á beding seinnapartin í dag

Oliver Joensen

Ågot fer helst upp á beding seinnapartin í dag

Tormund Johannesen, ráðgevandi skipsverkfrøðingur á føroysku deildini hjá Knud E. Hansen, verkfrøðingar, hevur ráðgevingina hjá tryggingini í sambandi við óhappi hjá Ågot.

Tormund Johannesen hevur verið umborð á Ågot í gjár í gjárkvøldið og í morgun og eygleitt og skipa fyri í tryggingarhøpi.

Hann sigur, at sumstøðan er í løtuni, so verður bíða eftir, at Klaksvíkar Sleipistøð skal vera tøk.

Støðan er nevnilig, at vit hava tømt allan fiskin úr Ågot, harafturat hava vit fylt lastirnar við 1000 litur tangum og køssum, ið venda botnin uppeftir, síðani hava vit sveisað stengur í lúkukarmin, og fara síðani at skalkað alt til har frammi, soleiðis at um pumpurnar ikki skuldu megnað at hildið lens, so skal skipið flóta á tí, sum vit hava kort niður í lastina.

Garnaskipið Thor skal eftir ætlan út at draga gørnini hjá Ågot, men fyrst máttu teir á beding, tí har var eitthvørt áfatt við einum botnventili, sum teir ikki tordu at fara út við. Tá Thor kemur av beding seinnapartin, fara vit at royna at bakka Slættaberg frá Ågot. Ætlanin er tó, at Ågot framvegis skal hanga í Slættabergi, fyri at vit kunnu royna stabilitetin á skipinum.

Tá vit vita um skipið flýtur trygt, fer tað beinleiðis yvir á bedingina.

Vit spyrja Tormund, um Ågot verður afturgjørd. Tað er ein spurningur sigur Thormund Johannesen, skipsverkfrøðingur, Vit vita, at skipið hevur fingið stóran skaða í bæði borð, kanska serliga á síðuna sum vendir móti kajini, so tað fáa vit illa yvirlit yvir fyrr enn skipið er komið á beding. Men hinvegin eru tað at kalla bert stálskaðar, skipið er intakt í aðrar mátar, so í løtuni er niðurstøða ikki gjørd um tað.