Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ågot havt ein góðan túr

John William Joensen

Ågot landar ímorgun 70.000 pund til landingarmiðstøðina

– Hetta var fyrsti túrurin í hálvt annað ár við línum, sigur ein vælnøgdur skipari, Hjaltur Poulsen.

– Vit vóru vestur úr Mykinesi og fingu góð 70.000 pund eftir fimm og eina hálva setu.

– Vit landað í løtuni 30.000 pund av toski, 14.000 pund av hýsi, 13.000 pund av longu og eini 13.000 pund av brosmu. Prísurin er einki at reypa av – umleið 11 krónur í miðal.

Hóast veðrið ikki er nakað serligt í løtuni so ferð Ågot aftur til fiskiskap í kvøld kl. 11, sigur Hjaltur Poulsen, skipari.