Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ågot helst á Klaksvík mánadagin

Oliver Joensen

 Fyri løtu síðani ringdu vit umborð á Ågot, har vit fingu fatur á stýrimanninum, Kristian Olsen. Kristian segði, at teir nú høvdu siglt í umleið tvey samdøgur.

Veðrið er vánaligt, nógvur vindur inn á loringina, men skipið ber seg sera væl, sigur Kristian. Vit hava fyribils sett mánadagin til dagin, har vit vera á Klaksvík. Men sjálvandi, tað veldst um hvussu veðrið fer at skikka sær.

Ågot hevur landað góð 150 tons í St. Pier og í lastini hava teir góð 150 tons av góðum stórum toski.