Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áheitan á komandi samgongu!

Oliver Joensen

Pedagogfelagið heitir á flokkarnir sum samráðast um samgongu um m.a. at stytta arbeiðsvikuna fyri at styrkja familjurnar

25 januar 2008

Til allar flokkar
Nú samráðingar um nýggja samgongu eru farnar í gongd, vil Føroya Pedagogfelag heita á allar flokkarnar um at taka fylgjandi mál við í einum nýggjum samgonguskjali.

1. Farið verður undir at gera ein vælferðarreform. Tað er av stórum týdningi, at vit hava somu vælferðarskipanir, sum í londunum rundanum okkum, so vit kunnu standa okkum í kappingini.
Tað er av stórum týdningi, at vit fáa tey ungu at støðast í landinum og tey, ið eru í lestrarørindum uttanlanda at koma heimaftur á klettarnar.

2. Gerast skal ein tíðarhóskandi sosiallóggávu, ið eisini umfatar rættin hjá teimun veiku og menningartarnaðu í samfelagnum og teimum starvsfólkum, ið arbeiða á tí økinum.

3. Fleiri skulu hava møguleikan at fara undir eina námsfrøðisliga /pedagogiska útbúgving í Føroyum.

4. Dagstovnaøkið verður lagt undir Mentamálaráðið.
Hetta fyri at skapa ein samanhang gjøgnum øll barna- og ungdómsárini.

5. Størri starvsfólkanormeringar á tí pedagogiska økinum. Hetta fyri at hækka um trivnaðin og góðskuna.

6. Arbeiðsvikan verður stytt fyri at styrkja um familjurnar.