Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Áheitan á landsstýrismannin og samgonguna um ikki at skaða útróðurin

Norðoya Javnaðarfelag

Sum Meginfelag Útróðrarmanna týðiliga hevur víst á, so kemur ætlaða broytingin í kunngerð um trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar, at vera til stóran skaða hjá útróðarbátunum sum royna við línu og snellu.

Tað er til meiri skaða enn gagn, verður hetta samtykt, og er hetta einans ein stokkutur løtuvinningur, ið kemur at hava langtíðar neiliga ávirkan á m.a. fiskastovnar, umhvørvið og tey sum hava útróðurin sum livibreyð.

Vit vilja við hesum vísa okkara stuðul til Meginfelag Útróðrarmanna, og heita á landsstýrismannin og samgonguna um ikki at føra út í lívið ætlaðu broytingarnar.