Í kvøld er aðalfundur í KÍ høllini har fíggjarligi grundarsteinurin undir Klaksvíkar Ítróttarfelag verður lagdur
Vælsignaðu limir, møtið nú upp!!!!
KÍ hevur boðað til fundar nú mánakvøldið, 5. september, í KÍ-høllini ….
Eg fari at loyva mær at geva hesa áheitan til allar limir í KÍ:
Øllum tykkum, sum eg kenni í Klaksvík umframt øllum tykkum, sum eg ikki kenni enn, fari eg inniliga at biðja um at møta upp og stuðla tí uppskoti, sum er sett fram og skal samtykkjast á fráboðaða aðalfundinum nú mánakvøldið.
Hetta er ein stór løta fyri felagið KÍ, sum vit øll eru góð við og allir limir eiga at møta upp fyri at hoyra hvat bæði nevnd og sponsorar hava at bera fram. Tú kanst gera mun!!
Í roynd og veru er tað kappingarárið 2006 sum byrjar her og nú!! Vælsignaðu limir, leggi tíðina av og verið har fyri at stuðla hesi hending.
Eg fari frammanundan at takka tykkum fyri at tit komu ….
Vinarliga
Tony Paris
KÍ-venjari 1977-78-99-2006-




