Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugabólkurin fyri eldri góða undirtøku

John William Joensen

Leygardagin skipaði Áhugabólkurin fyri stórum tiltakið í kjallaranum á Sambýlinum á Heygnum.

Ikki kann sigast annað enn at undirtøkan var stór. Mamy Dahl Sørensen, ein av stigtakarunum sigur, at tey vóru ovfarin av tí vælvild, sum fólk sýndu tiltakinum og at tey tulka hetta sum eitt herðaklapp til tað arbeiðið, sum verður gjørt fyri tey eldru.
Skipað var fyri tombols, loppumarknaði og kaffisølu. Veðrið var av tí allarbesta leygardagin og sera nógv fólk leitaðu sær til tiltakið og væl gekkst at selja.
Ikki minst var undirhaldandi tá Mogens Højsted, byrjaði at selja ymiskar lutir á uppboðssølu. Í byrjanini tóktust fólk eitt sindur varðin at geva boð, men sum frá leið kom gongd á og skjótt gekk hjá stuttliga uppboðsseljaranum at selja.
Mamy Dahl Sørensen, leiðari á Dagtilhaldinum fyri eldri sigur, at inn komu umleið 50.000 krónur, og at peningurin fer óskerdur til at fjálga um tey eldru.