Vit frætta frá Áhugabólkinum, at tey fara at skipa fyri loppumarknaði í mai/juni.
Endamálið við loppumarknaðinum er at savna pening til frítíðarítriv/dagtilhald fyri tey eldru.
Við hesum í huga heitir Áhugabólkurin á fólk, ið fara at gerða høvuðsreint, ella sum bara hava eitthvørt liggjandi, um ikki at koyra møblar, leikutoy og annað gott burtur, tí Áhugabólkurin við heldur enn gjarna taka sær av slíkum og selja tað á loppumarknaðinum til eitt gott endamál.
Tey, ið halda seg hava eitthvørt liggjandi kunnu ringja til Gerdu Absalonsen, tlf. 455174 ella 456164, Amaliu Hansen tlf. 455210 ella 455309 ella til Mariu Klein á tlf. 455383.




