Áhugafelagið hjá KÍ hevur í dag havt forvitnisliga vitjan frá okkara svenska mótstøðuliði Hammarby.
Tríggir fjepparar vitjaðu Áhugafelagið sum bjóðaði teimum turrikløð og húgvur sum takk fyri vitjanina.
Teir tríggir fjeppararnir eru vælvitandi um føroyskan fótbólt og teir gleða seg til dystin í morgin.
Sagt verður frá at fleiri svensk viðhaldsfólk eru á veg.




