Mikukvøldið, tá ið KÍ leikti á útivølli í Champions League í Sveits, varð aðalfundur hildin hjá áhugafelagnum, Nólsoyar Páll. Av somu grund og tí atlit varð tikið til tilmælini um frástøðu vegna Koronu, møttu ikki so nógv til fundin.
Greitt var frá virksemi felagsins, eins og roknskapurin fyri 2019 varð lagdur fram.
Finn Kjølbro og Líggjas í Bø tóku ikki við afturvali. Fyri teir vórðu valdir Jóannes Kjølbro og Heri Ellingsgaard – Archibald Black og Anfinn Kallsberg vórðu afturvaldir.
Nýggja nevndin sær tí soleiðis út: Archibald Black, Anfinn Kallsberg, Jóannes Kjølbro og Heri Ellingsgaard.
Nevndin skipar seg sjálv.















