Fríggjadagin var Norðlýsið til fernisering í Havn. Tað er Terje Hentze, listamálari, sum á 5. sinni hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Umleið 20 málningar verða sýndir fram hesaferð. Nú eru tað akrylmálningar. Úrvalið er fjølbroytt, mest naturalistisk evni úr føroyska landslagnum og ekspressionistisk verk, endurgivin og uppbygd við dámligum og forvitnisligum litsamansetingum.
Løtan var hugnalig í Smiðjuni, ikki minst tá vælumtókta parið, Tróndur Enni og Lív Næss, trinu fram og settu sermerktan dám á við sangi og tónleiki eina løtu. Sera gott.
Vit fingu eitt lítið prát við listamannin:
Terje er autodidaktur. Áhuga fyri málningalist hevur hann altíð havt. Hann er útlærdur timbursmiður, kvikur og framúr hegnigur handverkari. Sum skilst var tíðin til at mála ofta lítil og eingin, hóast hann altíð fekk nakað frá hondini á tí økinum.
Fyri nøkrum árum síðani varð hann raktur av Parkinson-sjúku, so nú er høvi og góð tíð til at dyrka áhugan fyri listini. Harafturat meta læknarnir tað vera gagnligt at hava okkurt at ganga uppí, tá man hevur hesa sjúkuna. Tað kann man so fegnast um, sigur hann skemtandi. At hann hevur verið sera virkin seinastu árini sæst av mongu framsýningunum í Havn, í Vági og á Tvøroyri, har tann seinasta var nú “Mentanarnáttina” í Bank Nordik.
Uppá fyrispurning um, hví hann ikki hevur sýnt fram norðanfyri, sigur hann seg hava hugsað um Klaksvík ella Fuglafjørð. Enn er tað ikki blivið til nakað, men hvør veit ? “Ætlanin er at halda fram við at mála, so leingi sum kreftirnar eru til tað, sigur fryntligi listamaðurin, Terje Hentze, at enda.
Framsýningin er til og við týsdagin 16. september. Opið er hvønn dag kl. 14- 18.




