Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Áhugaverd frásøgn um Norðsøka

Jóhan Petersen og myndir: Dávur Winther

Óluva Nolsøe Djurhuus hevði hósdagin 24. februar eina áhugaverda framløgu um útróðrarbátin, Norðsøka í Finastøðini (gamla Shell-støðin) í Klaksvík.

Tað var stúgvandi fullt inni í snotiligu Fina-støðini og mátti leitast eftir fleiri stólum, so meginparturin av áhoyrarunum kundi seta seg niður at – 120 stólar vórður settir fram.

Johan Petersen frá Sjótek greiðir soleiðis frá hugtakandi løtuni:

Óluva er dóttir navnframa útróðrarmannin Jákup A. Joensen (Jákup á Norðsøka), sum var skipari og meðeigari á bátinum øll árini, hann hoyrdi heima á Eið. Óluva bygdi framløgu sína á tað drúgva skrivliga tilfar, sum Jákup legði eftir seg. M.a. var ein samlimappa sýnd fram við upptekningum av veiðuni fyri hvønn túr hvønn einasta mánað øll árini, báturin hevði verið í drift.

Norðsøki, sum er ein 60-tonsari, er bygdur á Holbæk Skibs- og Bådebyggeri í 1942 og sum vituligt er, bleiv hann tikin av týskinum fram til krígslok 1945. Í 1945 verður hann keyptur til Føroya av Joen Olaf Henry Hansen, skipari, úr Hattarvík.

Jákup fór sum ungur til skips við Austerlitz  og var í nógv ár útróðrarmaður til hann fór upp á land og fekk starv á Loran-støðini. Tá ið Loran-støðin bleiv niðurløgd, var Jákup nøkur ár útróðrarformaður á Njørði, men segði seinni henda bátin frá sær.

Í 1972 keypur Jákup saman við øðrum Norðsøka FD 530 til Eiðis fyri kr. 300.000 nýklassaður. Tá æt hann Eystfelli, og var heimahoyrandi í Nólsoy

Teir, sum keyptu bátin, vóru umframt Jákup eisini brøðurnir Hans Egil og Jógvan A. Joensn, svágurin Óli Egilstrøð og eiðismennirnir Poul Hansen og Heini Nygaard Olsen. Hesir báðu síðstnevndu tóku seg seinni úr felganum.

Róð út við línu

Um veturin varð róð út við línu og nøkur ár í 1970´unum varð roynt við gørnum um várið á Norðhavinum. Um summarið bleiv farið við snellu undir Ísland. Fyrst á sumrinum varð vanliga roynt eftir upsa á Suðurlandinum og sum summarið leið, varð fyrru árini farið upp á Eysturlandið og onkuntíð eisini á Norðurlandið at fiska tosk. Tann kvotan datt tó burtur og seinnu árini varð bert roynt eftir upsa.

Í mai og nakað inn í juni 1975 varð roynt við laksalínu av landgrunninum norðan fyri Føroyar. Tað bleiv bert roynt hetta eina árið.

Seint á ári 1982 brotnar krumtapsaksilin á Alpha-motorinum og Norsøki má sleipast úr Íslandi til Føroya. Umhugsað verður at seta ein brúktan motor av sama slagi í, men avgerð verður tó tikin um, at seta nýggjan motor í og umvæla skipið.

Hetta verður gjørt hjá Brøður Petersen í Fuglafirði, har allur skrokkurin verður umvældur, allir viðtiknir boltar og spíkarar skiftir út og allur skrokkurin sligin av nýggjum. Nýggjur 370 hk Cummins-motorur verður ísettur, nýtt stýrihús, casing, bestikkrúm og dekshús við messu verður gjørt.

Eisini fær báturin bakka og yvirdekking í bagborð-síðu. Umvælingin kostar 2 mió. kr., sum var nógvur peningur.

Samtíðis ger Grettir Djurhuus, maður Óluvu, lugarið av nýggjum.

So, tá ið báturin aftur fór í vinnu, var hann sum ein nýggjur bátur. Og soleiðis verður hann eisini røktur øll árini.

Saltfiskaveiða í Barentshavinum

”Hungursárini” 1993 og 1994 var Norðsøki ein av ávikavist fýra í ´93 og fimm bátum í ´94 við snellu á saltfiskaveiðu í Barentshavinum. Teir royndu fyrst við Bjarnoynna, men har var lítið at fáa, so fingu teir fiskiloyvi í gráu sonuni, og har bar betri til. Henda royndin bjargaði øllum hesum bátunum og breyðføddi 40-50 familjum hesi árini.

Í 1997 seldu teir bátin til Selatraðar fyri 1,3 mió. kr. Tá ið tað aftur byrjaði at ganga framá hjá útróðraflotanum og Jákup bleiv spurdur, um hann ikki angraði søluna, svaraði hann ”Nei, báturin var komin í góðar hendur og tað var tað týdningarmiklasta”.

Øll árini, Norðsøki hoyrdi heima á Eiði, var Jákup skipari á Norðsøka.

Í ár verður Norðsøki, sum nú er heimahoyrandi í Klaksvík og hevur KG 538 og framvegis er í vinnu, 80 ára gamal. Hann sigst vera elsta fiskifar í danska ríkinum, sum framvegis er í vinnu.

Alt í alt ein sera áhugaverd frágreiðin frá Óluvu, sum sjálvandi fekk nógvan lógvabrest – ikki bert einaferð, men tvær ferðir.

Skráseting:

Bygdur í Holbæk í 1942. Í 1945 keypir Joen Olaf Henry Hansen, skipari, Hattarvík bátin úr Danmark. 1946 keypir P/F. Eystfelli Tórshavn skipið frá Olaf Hansen. 1950 keypir Johan Purkhús, Klaksvík skipið á tvingsilssølu, navnið skift til Nakkur. Seldur í 1959 til brøðirnar Dahl, Oyri.