Norðoya Kunningarstova hevur lokið eitt stórverk viðvíkjandi skelting av Norðoyggjum. Á hugnaligari samkomu á Kunningarstovuni, var framløga av skeltingunum í teim ymsu bygdunum í Norðoyggjum. Sigast má at hetta er eitt stórt stig á vegnum, at menna og vaksa um ferðamannastreymin til Norðoyggjar.
Mimmy frá Fríðu borðreiddi við pinnamati har úrdráttir úr alskyns lokalum tilfeingi vóru nýttir. Her vísir Mimmy frá restaurant Fríðu á, at vit hava góðar møguleikar at borðreiða við unikum lokalum urtum, fiskatilfeingi og kjøti. Tað nýtist als ikki at vera innflutt. Við at brúka lokala tilfeingið, eru vit eisini partur av at hugsa um okkara náttúru og ikki minst dálkingarvandan av influttninginum.
Elsa Olsen, stjóri á Kunningarstovuni greiddi frá hvørjum tey høvdu arbeitt við, ímeðan Olivia Døgg Fríðfinsdóttir segði frá um hvussu hevði gingist við samarbeiðinum ímillum allar aktørarnar í høvdu verið við at gjørt skeltini til veruleika. Nú skeltini eru komin upp at standa í øllum Norðoyggjum, er at vóna at fari verður væl um tey. Olivia segði, at hvørt skeltið hevði kosta góðar 13.000 krónur, og at hon roknaði við at tey skuldu ajourførast møguliga á hvørjum ári.
Jógvan Skorðheim, borgarstjóri segði eisini nøkur orð. Røða hansara kann lesast niðanfyri:
—
Gott kvøld, øll somul
***
Einaferð var tað eitt vakurt land, langt langt burturi.
Har búðu nøkur fólk og ein ørgrynna av seyði. Fólkini livdu av fiski, og tey vóru eitt við náttúruna.
Lívið gekk sína vanligu gongd og alt var, sum tað átti, í hesum vakra, fjarskotna landinum.
Faktiskt var landið óuppdagað, óspilt og… ja, ótrúligt.
Við tíðini funnu fleiri og fleiri útlendingar útav, hvussu vakurt og fantastiskt tað var í fjarskotna landinum og hetta dámdi fiskifólkunum.
Tí tey sóu møguleikar fyri at vinna pengar burturúr útlendingunum.
“Hetta kann blíva ein nýggj høvuðsvinna saman við fiskivinnuni”, hugsaðu tey.
So tey settu sær fyri at fortelja allari verðini, hvussu ótrúligt hetta óuppdagaða og óspilta landið var.
Og vinnan bara vaks og vaks.
***
Ævintýr enda altíð væl, tað vita vit.
Men er talan um eitt ordiligt ævintýr, so eru eisini forðingar og avbjóðingar, sum mugu loysast á vegnum til eydnuna.
***
Tað gekk væl hjá fiskifólkinum at lokka útlendingar til fjarskotna landið.
Ferðafólk í túsundatali komu úr øllum ættum at síggja tað ótrúliga við egnum eygum.
Men nógv teirra vistu lítið um fjarskotna landið.
Tey kendu ikki til tey áhugaverdu støðini, og tey vóru ikki von at ganga í fjallalendi.
So nú mátti fiskifólkið brúka sítt hugflog og sína vitan væl, fyri at geva gestunum góðar upplivingar.
***
Júst hugflog og vitan eru eyðsýnd, nú vit síggja úrslitið av Skeltaverkætlanini.
Á hvørjum einasta skelti er áhugaverd, og í nógvum førum eisini forkunnug, vitan um staðið.
At vitanin kemur frá staðbundnum heimildarfólki, ger hana uppaftur meira verda.
Søgurnar á skeltunum eru læruríkar hjá útlendskum gestum.
Men í veruleikanum hevur verkætlanin eisini grivið upp perlur, sum nógv av okkum ikki vistu, at vit áttu í okkara egna túni.
Sjálvur hevði eg til dømis ikki hoyrt um Líksteinin í Árnafirði ella um garðin úr grindaskøltum í Ánunum.
Harafturat geva skeltini eisini vitan um trygd og framferðarhátt í fjøllunum, sum er kærkomin og lívsneyðug fyri nógv vitjandi.
Harvið eru vit sum samlað norðurøki við til at taka ábyrgd í mun til trygdina hjá ferðafólki og okkum øllum í náttúruni, og tað eiga vit at vera ómetaliga errin av.
***
At enda tori eg at staðfesta, at øll 21 skeltini í Norðoyggjum eru týdningarmikil amboð í menningini av føroysku ferðavinnuni.
Og tað merkir, at tit á Kunningarstovuni, sum fremja slíkar verkætlanir, eru nakrar av teimum hetjunum, sum syrgja fyri, at ævintýrið um ferðavinnuna í fjarskotna landinum endar lukkuliga.
So takk fyri tað risastóra arbeiðið, sum er lagt í hesa verkætlanina, og takk fyri tað stóra arbeiðið, sum tit hvønn dag gera fyri at styrkja um føroysku ferðavinnuna.




