Hetta er tíðin, at rættuligt lív er at síggja alla staðni har tú gongur í náttúruni. Sunnudagin vóru eg og Árni Elttør ein gongutúr eysturi í Skúvadali og longur eysturi á fjøllum.
Um 10 tíðina sunnudagin fóru vit av Núpi í góðveðrinum. Sera lýtt var hendan dagin og hartil var bert eitt lot, so lag á manni var at ganga sær ein túr hendan sjáldsama vakra sunnumorgun.
Komnir um Torvadal og niðan á Breiðhjalla, legði tú beinan vegin merki til ríka fuglalívið, ið her var. Eg veit ikki hvussu manga ferðir eg havi gingið her, men tær eru nógvar yvir eitt sera langt áramál. Minnist at bókin í Barmi sigur, at eg einaferð hevði gingið meg eystur í Barm í 1956.
Men hendan dagin var so nógv av fugli at síggja út eftir Breiðhjallanum, sum eg ikki veit um at siga frá øðrum gongutúrum her.
Serstakliga nógv av Steinstólpum og ungum teirra var at síggja á túrinum. Hinvegin sást, at sera lítið av tjøldrum er her í ár. Eg haldi, at vit sóu bert eini fýra seks pør alla leiðina av Oyri og í skótahúsið í Skúvadali. Men fleiri spógvapør, fleiri mýrusnýpur og ikki at gloyma tjógva, sum eisini helt til har eysturi.
Áðrenn vit komu út á Núp, sóu vit tveir havgásungar hugna sær á Víkini við at fáa sær eitthvørt til matnað.
Ná, men vit báðir gingu í húsið í Skúvadali, har vit fingu okkum ein kaffimunn og okkurt at eta.
Veturin seinasti hevur sum flestu okkara hava kent í ólukkumát á kroppi og sál, hevur eisini verið harður her eysturi. Tað hevur eisini gjørt, at ein rotta hevur funnið veg inn í nýggja Skúvadalshúsið.
Men her er nú funnið, hvar hon gekk inn og stongt er nú fyri. Rottan, sum var inni í vetur, hevur ongan skaða gjørt, uttan holið, sum hon er sloppin inn ígjøgnum, tí siðvenja hevur verið hjá teimum, sum ganga í húsið, ikki at leggja nakað matkent eftir seg, so tað einasta hon hevur sett tenninar í er onkur gummieraður leidningur og skaftið á onkrum hamara.
Á túrinum hevði eg eisini eina tráðu við, tí ætlanin var at royna, um nakað síl var í vatninum við hólmanum. Jú, eg kendi tvær ferðir, men fekk onki upp á land.
Vøtnini her eysturi eru so smá, at “tjarnir” er heldur rættara orðið at brúka. Eitt sindur av sílum er til her. Men so lítið er til, at um tú hevur hug at fiska, so er umráðandi at tú sleppur tí út aftur, sum tú fært á tráðuna, og tað haldi eg eigur at vera galdandi fyri flestu vøtn í Føroyum, ið heldur kunnu kallast tjarnir enn vøtn.
Árni nýtti hvørt høvið at sleikja sólini, tá eg royndi meg sum sílafiskara.
Útsýnið her eysturi er sera vakurt. Fremsta myndin sýnir útsýnið av vatninum við hólmanum, yvir á Borðoyarnesháls, Lambaregn, Miðafelli og Gøtunestind.
Á ferðini heim løgdu vit til merkis at lyngurin hevði blómur, so um veðrið fer at hætta sær væl í summar, sum tað hevur gjørt higartil í vár, so kanska fáa vit eitt gott berjaár, hvør veit?








































































