“Eg rokni við at ígjøgnum eitt summar vitja eini 3.000 fólk umborð, og tey sum sigla við skipinum í styttri ella longri tíð munnu vera eini 40 tilsamans.”
Óli Steinberg stendur í messuni umborð á Juvel II og greiðir frá. Tað er leygardagur 20. februar, og hann hevur bjóðað øllum áhugaðum umborð í sambandi við Torradagarnar í Klaksvík.
Óli gevur sær góða tíð at siga frá. Hann hevur stillað seg við eitt landkort av Grønlandi og greiðir seigliga frá, hvussu sumrini hjá honum fara við at sigla framvið vesturstrond Grønlands.
“Málið hjá okkum er ikki at byggja brøðrasamkomur. Nei vit vilja hava fólk at koma til trúgv,” sigur hann avgjørdur.
Kennir væl Grønland
Óli kennir rættiliga væl Grønland. Hann hevur búð nógv í Grønlandi, og hann kennir nógvar av vandafullu farleiðunum innanskers. Hann byrjaði eisini fyri nógvum árum síðani at læra seg grønlendska málið.
“Tað gekk fyri seg í Suðurgrønlandi. Eg bjóðaði meg at mála húsini fyri grønlendskar seyðabøndur, um teir afturfyri vildu læra meg grønlendskt. Eg kom somikið eftir tí, at eg kundi føra eina samtalu á grønlendskum, men tað dugi eg ikki longur,” sigur hann.
Hava møtini í landi
“Tað er sjáldan at vit hava møti umborð á skipinum,” sigur Óli. Bygdarhús eru í næstan hvørjari bygd, og har plaga møtini at vera.
“Nógv fólk koma til møtini og nógv taka við trúgv,” sigur hann. Aftaná verða fólk boðin umborð á skipið – og øll taka av innbjóðingini.
Manningin á Juvel II ger eisini nógv við at geva grønlendingum Bíbliur og barnabíbliur.
Øðrvísi enn føroyingar
Óli sigur, at grønlendingar hava tað ikki á sama hátt sum føroyingar viðvíkjandi trúarlívinum.
“Eg var einaferð til eina jarðarferð í Grønlandi. Har var ein øðiligur grátur. Dagin eftir høvdu vit møti í somu bygdini, og øll bygdin møtti upp. Tá talaði eg um uppreisnina, og eg merkti, hvussu glað tey vóru fyri at hoyra tann boðskapin. Tað var fyri mær sum at tey ikki høvdu hoyrt um tað fyrr,” sigur hann.
Eisini hevur Óli lagt til merkis, at fólk vilja hava hann at biðja fyri sær, tí tey duga ikki sjálvi at biðja.
Munnharputónar
Meðan Óli greiðir frá, kemur Pól Havn inn í messuna. Pól var næstseinasta fríggjadag gestur í eini útvarpssending hjá R7, har hann millum annað spældi munnharpu.
“Eg visti ikki, at tú dugdi so væl at spæla,” sigur ein av áhoyrarunum hjá Óla.
“Skal eg spæla ein”? spyr Pól.
“Ja spæl ein góðan.”
Og soleiðis endar hesin parturin av rundvísingini við munnharputónleiki umborð á Juvel II.




