Mánakvøldið varð næsta modul avgreitt í skeiðinum, sum Íverksetarahúsið fyriskipar fyri íverksetarum.
Á skránni var fíggjarskapur og var stemmingurin millum skeiðsfólkið sera góður. Fólk høvdu góðan hug til at kjakast um tey viðkomandi og reellu viðurskiftini, ið vóru viðgjørd á skeiðnum, sigur Rani Nolsøe, leiðari á Íverksetarahúsinum.
Fyrisiting, skynsemi og sparsemi Símun Absalonsen, eigari og stjóri í roknskaparfyritøkuni Numero, sum heldur til í Klaksvík, legði fyri við einum innleggi, sum hann kallaði ‘vinnubúskapur og fíggjarætlanir’. Símun vísti á, at grundleggjandi týdningurin av hugtakinum búskapur snýr seg um at fyrisita við skynsemi og sparsemi. Síðani gekk Símun ígjøgnum tørv og eftirspuring, endamálið við eini vinnu, vinnumoral, fíggjarskap og fíggjarstýring, íløgu-, rakstrar- og gjaldsførisætlanir, áðrenn hann endaði við at lýsa tey ymisku virkissløgini og virkisformarnar. Eitt upplýsandi og viðkomandi innslag frá Numer.
Íverksetar typur og virkisætlanir
Næst á skránni var leiðarin í vinnukundadeildini hjá Eik Bank, Birgir Nielsen. Birgir vísti á, hvussu Eik Bank sær uppá íverksetarar í Føroyum og at ráðgevin í bankanum ofta er fyrsti persónur, sum íverksetarin kemur í samband við. Birgir tosaði um ymisku íverksetara ‘typurnar’, nevniliga tann traditionella íverksetaran, og tann innovativa íverksetaran. Serliga fyri hendan seinna metti Birgir, at tørvurin á einum íverksetarahúsið veruliga var til staðar. Birgir vísti á, at bankin leggur dent á virkisætlanina, tá ið mett verður um eina verkætlan. Heilt frá hugskotsgrundarlaginum, yvir tær persónligu fortreytirnar, vøruna/tænastuna, skipanina av fyritøkuni, SWOT sundurgreiningini og til meting av váðanum. Birgir greiddi frá, hvussu Eik Bank við ráðgeving og sparring kann bjóða íverksetarum eina góða byrjan. Eisini kom hann inn á ítøkiligar fíggingarmøguleikar og samanfataði tænasturnar hjá Eik Bank soleiðis: •Bankin bjóðar eitt persónligt og mennandi samstarv •Fyritøkan fær ein fastan kundaráðgeva •Vit ynskja at vitja fyritøkuna regluliga •Vit seta okkum gjølla inn í fíggjartørvin hjá fyritøkuni •Vit at bjóða skilagóðar loysnir á fíggjartørvinum hjá fyritøkuni •Soleiðis at báðir partar fáa eitt mennandi samstarv framyvir.
Búskaparligt avkast
Næstur var stjórin í íbyrtingarfelagnum P/f SET, sum Eik Bank eigur ein stóran part av. Símun segði, at felagið á vinnuligum grundarlagi skal seta váðafúsan íbirtingarpening í verkætlanir/hugskot, ið hava góðar møguleikar fyri einum munandi búskaparligum avkasti. Eisini skal SET vera eitt íbirtingarfelag, ið ger mun, sum hugsar proaktivt og øðrvísi og sum upplivist sum ein sterkur samstarvsfelagi hjá teimum feløgum, sum SET setur pening í. Higartil hevur SET sett pening í uml. 10 fyritøkur. Á hendan hátt vil SET vera við til at sera gongd á nýskapan í Føroyum, vísti Símun á. Men alla tíðina er endamálið at hava vinning fyri eyga. Annars fæst meira kunning um SET á www.set.fo.
Arbeiða longu við næsta skeiðinum
Rani Nolsøe sigur, at tað hetta kvøldið var sera væl eydnað. Fólk tóktust at hava fingið greiðan og veruligan íblastur til hvussu teir ymisku fíggjarligu partarnir við eini nýstovnaðum virki skulu hanga saman. Rani sigur Víðari, at persónar dagliga venda fleiri sær til Íverksetarahúsið fyri fyrispurningum um íverksetan og annað í hesum sambandi. Longu nú er greitt, at tá hetta skeiðið er liðugt, verður stig tikið til eitt nýtt íverksetaraskeið. At enda sigur Randi, at býráðið arbeiðir í løtuni við at avgreiða, hvussu skipanin av húsinum skal vera. Væntandi verður hetta avgreitt í næstum.




