Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverdur fótbóltsdystur í kvøld

John William Joensen

Í kvøld kl. 19 dagin fyri Norðoyastevnuaftan, verður skipa fyri áhugaverdum Old Boys dysti á Djúpumýru.

Teir sum fara at manna KÍ liðið 
eru úr 1. deildarhópinum í 1980 og úr 1. deildarhópinum 1985. Vit hava fingið at vita, at fyribils sær hópurin hjá KÍ soleiðis út:
Jógvan Linklett, símun Pauli Sivertsen, Mikkjal Mikkelsen, Lassin Isaksen, Per Jacobsen, Gunnar simonsen, Pól Sundsskarð, Petur Andreasen, Leif Olsen, Oddbjørn Joensen, Beinur Poulsen, Jákup Mikkelsen, Jóhann Joensen, Bent Baldvinsson, Markus Tummas Jacobsen, Kristian Suni Høgnesen, Olgar Danielsen og bent Tommy Linklett.

HB-liðið
Í hópinum hjá HB verða eisini nógv spennandi nøvn. Og tey eru: Kaj Leo Johannesen, Eyðfinn Lamhauge, liðformaður, Eirikkur Rasmussen, Eyðun Dal Christiansen, Høgni í Stórustovu, Hallur Andreasen, Regin Nolsøe, Suni Jacobsen, gunnar Mohr, Bjarni Jakobsen, Leivur Holm, Helgi Olsen, Jóannes Jakobsen, Kári Reynheim, Elias Mikkelsen og Jógvan Jensen (Egga).
Dómaratrioin verður samansett av Baldvin Baldvinsson, Jóhan Carl Dam og Jógvan Jacobsen, (heiðurslimur í KÍ). Harafturat verður Peter Kordt útskiftisleiðari hjá KÍ liðnum.
Norðoya Sparikassi hevur sponsorerað klæðini hjá KÍ, Kaupthing hevur sponsorerað HB og steypið hevur Eik Banki givið.
Tá dysturin er liðugur, verða manningarnar boðnar til ábit, sum Føroya Bjór og JFK Heilsøla standa fyri.