Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverdur fundur á Skúlatrøð í annaðkvøld

Helgi Abrahamsen

Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim, Bjørn Kalsø, Jónleif Johannesen, Óluva Klettskarð og Jákup Mikkelsen. Hvat hava hesi at siga um uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan?

Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim, Bjørn Kalsø, Jónleif Johannesen, Óluva Klettskarð og Jákup Mikkelsen. Hvat hava hesi at siga um uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan?

Norðlýsið skipar í annaðkvøld fyri politiskum fundi á Skúlatrøð, har tinglimir úr Norðoyggjum fara at siga sína hugsan um fiskivinnuuppskotið.

  • Hvat merkir uppskotið fyri lokalsamfelagið í Norðoyggjum?
  • Hvønn týdning hevur tað at breið politisk semja verður funnin um uppskotið?
  • Hvussu nógv hugsa løgtingsumboðini í Norðoyggjum landspolitiskt, og hvussu nógv hugsa tey lokalpolitiskt í sambandi við hetta málið?
  • Var tað rætt fyri 10 árum síðani at siga allar sáttmálarnar upp til 1. januar 2018?

Hesar og aðrar spurningar fara vit at seta fólkavaldu umboðunum í Norðoyggjum, og fundarfólkini fáa eisini høvi at spyrja.

Fundurin byrjar kl. 19.