Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Áhugaverdur fyrilestur um fornar búsetingar

Oliver Joensen

 

 


Í gjárkvøldið hevði Ann Sølvia Purkhús frá Tjóðsavninum sera forvitnisligan fyrilestur í Skúlanum á Skúlatrøð í samband við tiltakið Føroya Sjómannadag.

Hon gjørdi serstakuliga nógv burturúr útgrevsturinum, sum Tjóðsavnið hevur gjørt á staðnum í tveimum førum.

Sum skilst, so er somikið komið fram her, at ætlanin er at fara undir eitt størri kanningararbeiði her á staðnum.

Ann Sølvia segði eisini, at Tjóðsavnið var eitt sindur ataná við slíkum arbeiði, orsakað av at tey fyrst og framst taka sær av slíkum, sum er í vanda fyri at fara í havið ella sum liggja har fólk ynskja at byggja ella har landsverk skal leggja vegir og tunlar.

Komið var eisini inn á toftir eftir skálavlopini í Gerðum Uppi á Grundum í Gerðabø. Ikki minst umrøddi Ann Sølvia víkingatorftirnar úti í Grøv, sum Tjóðsavnið hevur eitt vakið eygað við.

Samanumtikið varð staðfest at fleiri sera áhugaverd øki eru kring Borðoyarvík, sum stórur fornfrøðiligur áhugi er fyri.

Harleyfacadeacryl