Tað hevur ljóða at línuskipið Pison skuldi vera selt til høvuðsstaðin, men reiðarin vísir tíðindunum aftur
– Eg havi eisini hoyrt hasi tíðindini, men so langt er tað ikki komið.
– Skipið er ikki lýst til sølu, men tað er áhugi fyri skipinum, men meira enn tað er tað ikki, sigur Thorleif Sigurðsson reíðari.
Tað sigst at surðoyingar og havnamenn eru áhugaðir at keypa, men hetta hevði Thorleif onga viðmerking til.




