Kenda danska blaðið BoBedre, sum fleiri føroyingar kenna sera væl, hevur skrivað eina áhugaverda stutta grein um nýggja mentanarhúsið, sum skal byggjast í Klaksvík.
Sami arkitektur vann uppskotið um mentanarhúsið, vann eisini uppskotið um at tekna nýggja miðbýin, og hetta setir blaðið fokus á.
– Tað er stuttligt, at útlendskir miðlar vísa hesari verkætlanini ans. Tað er eisini hugtakandi hjá útlendingum, at ein býur við 5.000 íbúgvum, kann bjóða lutfalsliga nógv samanborðið við ein bý á 5.000 borgarar í eitt nú Danmark, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri.
Mentanarhúsið verður eftir ætlan liðugt í 2020 verður upplýst í greinini hjá BoBedre.



