AIK spældi venjingardyst í Tallinn í dag.
Dysturin var spældur sum ein fyrireiking til útidystin móti KÍ. AIK var stórfavorittur undan dystinum og í fyrra hálvleiki bendi eisini alt á, at AIK fór at vinna. FC Flora, sum liggur á odda í Estlandi, kom nærum ikki framum miðjuna, og AIK sat tungt á øllum. Men í seinasta triðinginum var liðið ikki eins sannførandi. Júst tað at skora mál hevur verið trupulleikin hjá AIK hetta kappingarárið. Svenski miðilin Expressen skrivar, at í seinna hálvleiki dalaði leikferðin og FC Flora skoraði uppá eitt kontramál í 69. minutti. Og tríggjar minuttir seinni var bólturin aftur í AIK málinum. 2-0 gjørdist endaliga úrslitið í venjingardystinum. Úrslitið var ikki í tráð við hagtølini, sum sambært AIK twitter síðuni vóru hesi:
FC Flora – AIK 2-0 (0-0)
Skot uppá mál:4-13 (0-8)
– innanfyri stengurnar:2-2 (0-2)
– uttanfyri stengurnar:1-4 (0-3)
Horna:1-6 (0-5)
Hóskvøldið í næstu viku spælir AIK móti KÍ á ovara vølli í Gundadali. Dysturin byrjar kl. 19.00.




