Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AILEEN – fyrsti navngivni stormurin í heyst

Hanus Kjølbro

Illveðrið yvir Suðuronglandi sæst ógvuliga væl á hesari myndini.

Stormurin fer ikki at raka Føroyar, men hann er partur av sama lágtrýsti, sum myndar veðrið í Føroyum í kvøld, í nátt, í morgin og næstu dagarnar.

Nógvur vindur er væntandi í Suðuronglandi og í Wales í kvøld og í nátt. Veðurfrøðingar hjá MetOffice hava givið storminum navnið Aileen. Hetta er fyrstu ferð síðan seinasta vetur, at navn er sett á.

Vindur væntast at koma upp í storm – einar 25 m/s – og nógv regn.

Illveðrið væntast at flyta seg til Norðurfrakland í nátt, haðani til norðara part av Belgia og Niðurlondum í morgin ári. Ringasta veðrið í morgin verður tó í sunnasta parti av Norðsjónum.

Seinnapartin í morgin standa so sunnastu partar av Danmark fyri tørni saman við Norðurtýsklandi.

Vit fara ikki at leggja merki til Aileen í Føroyum.