Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ákæra læknar fyri at “pressa sitrónina”

(Hannefía Joensen)

Longri bíðitíðir hótta nú krabbameinssjúklingar í Norðurjútlandi og onnur, við bráfangis tørvi fyri viðgerð á sjúkrahúsunum í Norðurjútlandi.

Orsøkin er, at Felagið fyri Serlæknar hevur sagt upp sáttmálan við Región Norðurjútland um eykaarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Hetta merkir, at tað verður ov kostnaðarmikið hjá sjúkrahúsunum at fáa serlæknar at arbeiða eyka. Formaðurin fyri økið finst at læknunum fyri at gera sær dælt av læknatrotinum og at "pressa sitrónina".


kelda: DR