Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Akraberg aftur úr Irmingahavinum

John William Joensen

Eyðun á Bergi, skipari á Akraberg sigur, at teir hetta tørnið hava gjørt tríggjar túrar í Irmingahavinum.

Vit hava hildið til í Irmingahavinum nú í umleið tveir mánaðir, sigur Eyðun á Bergi, skipari.
Tilsamans hava vit gjørt tríggjar túrar. Tvær ferðir hava vit lagt veiðuna upp í Íslandi og hendan triðja túrin verður veiðan løgd upp hjá NFCS í Klaksvík.
Tilsamans hava vit fingið 1100 tons av kongafiski, sum er skráskorðin og síðani frystur.
Prísirin fyri kongafiskin er fallin nakað síðani í fjørð og tí hevur tað ikki verið so hugaligt hjá okkum í seinastuni, men leygardagin fara vit aftur til fiskiskap og farið verður aftur í Irmingahavið á kongafiskaveiðu.

Harleyfacadeacryl