Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Akraberg fingið stívliga 600 tons

Jákup Ósá

Akraberg hevur fiskað í góðar tvær vikur í Barentshavinum.

Akraberg hevur fiskað í góðar tvær vikur í Barentshavinum.

 

Anfinn Olsen, reiðari, sigur við Norðlýsið, at Akraberghevur stívliga 600 tons í lastini. Meginparturin er toskur. Umborð á Akraberg verður fiskurin bara skráskorin hendan túrin. Reiðarin sigur, at skipið hevði nakað avbyrjunar trupulleikum, nú talan er um fyrsta túrin í Barentshavinum, men at skipið virkar væl nú. Tað besta døgnið hava teir fingið umleið 50 tons niður í lastina.

 

Akraberg fór avstað 18. november og hevur fiskað í góðartvær vikur.