Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aksel Jóhannesen landsstýrismaður

John William Joensen

Tað gjørdist ein rættur maður úr Víkunum sum bleiv landsstýrismaður í Heilsumálum

Fyri løtu síðan boðaði formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, løgmanni frá at nýggi landstýrismaðurin hjá flokkinum eitur Aksel Jóhannsen.

Aksel Jóhannesen er abba- og ommusonur Aksel og Signhild á Hædd og í pápaættina er hann abba- og ommusonur Bethuel og Estrid Jóhannesen úr búðunum.

Hann er sonur Johild og Vilhelm Jóhannesen.

Hann er giftur við Katrin D. Apol og tey eiga tvey børn

Hann er útbúgvin sum løgfrøðingur og virkar sum Advokatur, harafturat hevur hann verið varamaður á løgtingið.

Norðlýsið skrivaði longur mánadagin tann 13. juli at Aksel Jóhannesen var eitt sera gott boð uppá nýggjan landsstýrismann og tað helt Javnaðarflokkurin eisini.

Harleywoodpaint