Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aksel Johannesen: – Tað verður stille og roligt

Danial Viðoy

Ólavsøkan 2015: Aksel fer at hugna sær á Ólavsøku, sum fólk flest. Eitt nú fer hann til kappróður, har konan er millum rógvararnar.

Ólavsøkan 2015: Aksel fer at hugna sær á Ólavsøku, sum fólk flest. Eitt nú fer hann til kappróður, har konan er millum rógvararnar.

Ólavsøkan er fólkahátíð føroyinga og øll gera eitt sindur burturúr hesi tjóðarhátíð – sjálvandi. Soleiðis er eisini við oddafiskunum í føroyskum politikki. Aksel Johannesen, formaður fyri Javnaðarflokkin, tekur tað ’stille og roligt’ á Ólavsøku.

– Ólavsøkuaftan fari eg til kappróður við børnunum. Nú er tað einamest tí at konan skal rógva á Ólavsøku. Tað gleða vit okkum nógv til, byrjar Aksel at greiða frá.

– Eftir hetta fara vit helst ein túr í tivoli við børnunum, áðrenn leiðin gongur til verforeldrini til ein betri bita. Ólavsøkuaftan plagi eg at fara eitt sindur tíðliga til songar, tí árliga skrúðgongan er morgunin eftir.

– Ólavsøkudagur byrjar, eins og hann er byrjaður nøkur ár eftir hondini, við at prýða seg og síðani fara til skrúðgongu, í kirkju og í løgtingi at lurta eftir løgmanni, sigur Javnaðarformaðurin.

– Síðani fer hesin dagurin við spákan eftir gongugøtunum, har tað verður prátað við vinir og kenningar. Eisini ætli eg mær ein túr í opið hús hjá Javnaðarflokkinum í hølum okkara. Flokkurin hevur nevnliga opið hús um Ólavsøkuna, har øll eru hjartaliga vælkomin, sigur ein blíður Aksel í horninum.

– Tá ið líður móti kvøldi fara vit til okkara, har vit hava liggjandi gestir. Hesi skulu jú hava ein góðan bita. Og Ólavsøkan endar við hæddarpunktinum, tá ið vit øll fara oman í býin aftur til miðnáttarsangin.