Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aksel má taka um stýrisvølin

John William Joensen

POLITIKKUR: Seinastu boðini hjá fráfarandi løgmanni til veljarnar í formans kjakinum í sjónvarpsstovuni kvøldið fyri valdagin var, at landskassin hevði ikki ráð til tey mongu vallyftini, sum politisku flokkarnir høvdu lova veljarunum í valstríðnum. Hann gjørdi greitt at tað bleiv ein stór avbjóðing hjá einum komandi løgtingið at fáa yvirskotið á fíggjarlógini burtur, og nú fíggjarlógin er løgd fram er sjón fyri søgn.

POLITIKKUR: Seinastu boðini hjá fráfarandi løgmanni til veljarnar í formans kjakinum í sjónvarpsstovuni kvøldið fyri valdagin var, at landskassin hevði ikki ráð til tey mongu vallyftini, sum politisku flokkarnir høvdu lova veljarunum í valstríðnum. Hann gjørdi greitt at tað bleiv ein stór avbjóðing hjá einum komandi løgtingið at fáa yvirskotið á fíggjarlógini burtur, og nú fíggjarlógin er løgd fram er sjón fyri søgn.

Fyri kortum boðaði nýggja samgongan frá sínum politisku ætlanum, og í vikuni avgjørdi landsstýrið á fundi at fast frysta blokkin, sum í veruleikanum er ein niðurskurður av inntøkunum hjá landskassanum .

Samstundis eru útreiðslurnar til Heilsuverkið øktar munandi og serliga er tað útreiðslur til heilivág sum eru eksploderaðar.

Heilsumál eru framvegis eitt felagsmál millum føroyskar og danskar myndugleikar, og tí var tað sera óheppið at landsstýrið júst nú valdi at fastfrysta blokkin, ístaðin fyri at samráðast seg til eina rímiliga avtalu um felagsmálini og serliga Heilsuverki.

Undir valstríðnum varð ført fram at tað er skeivt at vaskikonan á Vesterbro skal rindað fyri eitt nú at føroyingar hava eitt heilsuverk og varð hetta m.a. sagt av formanninum í Javnaðaflokkinum. Men skal so verða ókeypis hjá vaskikonuni at sita saman við føroyingum og grønlendarum og samráðst um møguliga framtíðar vinnu í artiska økinum, har hon einans situr við borði millum tey stóru orsaka av ríkisfelagsskapinum? Danmark hevur stórar fyrimunir av ríkisfelagsskapinum, og tí er ikki meira enn rímiligt at vit sum búgva í útjaðaranum av ríkinum eisini fáa fyrimunir.

Vaskikonan á Vesterbro og flakakvinnan á Kósini rindað fyri so mangt og tað kann ikki verða nakað skeivt í at hesar baðar rindað til føroyska heilsuverkið so leingið sum tær hava avtalu um at samstarvað um heilsuverkið og onnur mál.

Um Javnaðaflokkurin veruliga helt tað verða órímiligt at vaskikonan á vesterbro eisini rindar til felagsmál í Føroyum so er einki sum forðar fyri at vit yvirtaka Heilsuverkið – men sjálvandi er orsøkin til at heldur ikki hendan samgongan ynskir hetta er tann veruleiki, at so fellur meginparturin av blokkinum burtur.

Javnaðarflokkurin hevur longu nú trupult at finna síni egnu bein nú Tjóðveldi og Framsókn ganga baði undan og aftaná og tað er óheppið fyri landskassan.

Tað fær kanska tárini at renna hjá onkrum tá menn røða um at seta tjóðskaparligu virðini fram um heilsuverk og alt annað – men onkur má hava føturnar á jørðini og syrgja fyri at pengar eru í kassanum og at vælferðin ikki verður skerd. Fíggjarkarmarnir sum undanfarna løgting samtykt var eitt gott boð hvussu javnvág aftur fæst á fíggjarlógina.

Tað er neyvan sannlíkt at vit síggja nakrar stórar yvirtøkur hetta valskeiði, tí tær verða vantandi parkeraðar til frama fyri fleir túrar til Smyril, tunnilsverkætlanir og skattalættar.

Higartil hava landsstýrisfólkini næstan uttan undantak tosað um at brúka pengar og tí er neyðugt at Javnaðarflokkurin tekur um stýrisvølin og setur eina kós sum fær hallið burtur á fíggjarætlanini komandi ár.