icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áland fær forsetan í Norðurlandaráðnum

Helgi Abrahamsen

Tað er bara einaferð hent áður, at eitt umboð fyri sjálvstýrandi londini hevur røkt forsetasessin í Norðurlandaráðnum, men nú hendir tað aftur.

Tað er bara einaferð hent áður, at eitt umboð fyri sjálvstýrandi londini hevur røkt forsetasessin í Norðurlandaráðnum, men nú hendir tað aftur.

Í Norðurlandaráðnum eru 5 lond við fullveldi (Svøríki, Danmark, Noreg, Ísland og Finnland) umframt 3 sjálvstýrandi lond (Føroyar, Grønland og Áland).

Tey 5 fullveldislondini skiftast um forsetan, sum verður valdur fyri eitt ár.

Komandi ár er tað Finnland, sum hevur formansskapin og harvið eisini eigur forsetan í Norðurlandaráðnum, men finsku umboðini hava gjørt av, at lata eitt umboð úr Álandi røkja sessin hetta skeiðið.

Tað er Britt Lundberg sum er innstillað til forsetasessin, og hon verður tí eftir øllum at døma vald, tá Norðurlandaráðið kemur saman í Keypmannahavn í døgunum 1. – 3. november.

Fyrru ferðina eitt av sjálvstýrandi londunum átti forsetan var í 1997. Ta ferðina var tað eisini ein álendingur (Olof Salmén), sum røkti forsetasessin.

Britt Lundberg er fyri stuttari tíð síðani vald til forkvinnu í Midtergruppen, sum er flokkurin í Norðurlandaráðnum, sum báðir teir føroysku limirnir í ráðnum (Rutt Vang og Jenis av Rana) eru limir í.