Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Albert Adu er framúr í mun til spælitíðina

Jákup Ósá

KÍ álopsleikarin Albert Adu er tann leikarin í topp 9 av leikarunum við flest málum/uppleggum, sum í mun til spælitíð stendur seg best.

Í Norðlýsinum mikudagin verður dagførdur upplegg listi at síggja. Útgreiningar yvir, hvørjir leikarar hava verið við í flest málum sum málskjútti ella átt uppleggið. Niðanfyri er brot úr greinini, har hugt verður eftir, hvør leikari í topp 9 hevur verið mest vandamikil í mun til leiktíðina. Albert Adu hevur skorað 7 mál og lagt upp til 2 mál. Hann hevur spælt 662 minuttir og tað merkir, at hann hevur brúkt 74 minuttir um hvørt mál ella upplegg. 

1. Albert Adu (KÍ) 74 minuttir pr. mál ella upplegg

2. Patrik Johannesen (B36) 86

3. Klæmint A Olsen (NSÍ) 97

4. Sølvi Vatnhamar (Víkingur) 105

5. Adeshina Lawal (Víkingur)107

6. Aleksandar Stankov (HB) 109

7. Árni Frederiksberg (NSÍ) 111

8. Róaldur Jakobsen (B36) 121

9. Jón K. Poulsen (TB/FCS/Royn)141