Tað ljóðar, at TB toppskjúttin fær nýtt felag til komandi kappingarár.
Tað ljóðar, at møguleiki er fyri,at toppskjúttin hjá TB í ár fer at royna seg í nýggjum felaginæsta ár.
Albert Adu var í ár toppskjútti hjáTB við 10 málum. Hetta var hansara fyrsta ár í Føroyum, sookkurt talar fyri, at 27 ára gamli álopsleikarin framhaldandi kannfara at vera millum profilarnar í Føroyum.
Men tað er langt frá vist, at TB færgleði av álopsleikaranum. Tí tað ljóðar, at fyrrverandi TBvenjarin, Páll H. Guðlaugsson, ið komandi ár skal venja B68,ynskir at fáa Adu við sær út á Svangaskarð. Tað var júst Páll, sum á sumri í 2014 fekk Adu til royndarvenjing í TB og nú sær út til, at teir báðir møguliga aftur koma at samstarva. Sum skilst ermøguleiki fyri, at Adu endar í B68, hóast TB helst roynir at geranógv fyri at halda uppá sín toppskjútta. B68 manglar álopsleikaraog hóast gitt hevur verið, at Ibrahima Camara møguliga endaðiaftur í B68, so tykist tað í løtuni kanska vera meira sannlíkt,at nýggja álopskeypið hjá B68 verður Albert Adu.
B68 endaði seinasta kappingarár á 2. plássi í 1.deild.




