Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Albert og Alexander halda ikki fram í KÍ

Jákup Ósá

Nú er endaliga greitt, at tveir av útlendsku leikarunum, sum komu til KÍ í summar, ikki halda fram.

Talan er um verjuleikaran Alexander Berntsson og miðvallarleikaran Albert Ejupi. Teir fingu nógva spælitíð og vóru í løtum við til at styrkja liðið, men so høvdu teir eisini dystir, har teir høvdu tað torført.

Nú er greitt, at teir ikki koma aftur til KÍ, tá kappingin fer í gongd aftur. Magnus Powell segði fyri nøkrum vikum síðani, at KÍ-hópurin var ov dýrur og taldi ov nógvar leikarar. Tí skulu vit vænta nógv størri frágongd enn tilgongd hjá KÍ í vetur.