Útlendski álopskendi leikarin var munurin millum HB og TB/FC Suðuroy/Royn í dag.
Útlendski álopskendi leikarin var munurin millum HB og TB/FC Suðuroy/Royn í dag.
HB vann 2-1 á TB/FC Suðuroy/Royn seinnapartin og spældi seg harvið trý stig nærri suðuroyingum. Nú hevur TB/FC Suðuroy/Royn 12 stig og HB 10 stig. TB/FC Suðuroy/Royn kom annars á odda við máli frá Búa Egilssyni, men Aleksandar Stankov vendi dystinum áðrenn hálvleik við tveimum málum. 2-1 gjørdist endaliga úrslitið. Hetta var triði dysturin hjá Aleksandar í HB og hann er nu skrásettur fyri trý mál í hesum dystum móti NSÍ, Víkingi og TB/FC Suðuroy/Royn.
Mynd: hb.fo




