Undir venjing í gjárakvøldi bleiv áleyparin hjá KÍ, Aleksander Djordjevic, so illa meiddur, at hann neyvan verður við restina av hesum mánaðinum.
Alexander hevur havt trupuleikar av liðbandsskaða í ár, og undir venjing mánakvøldið lá hann bráddliga á vøllinum við miklari pínu.
Síðani bleiv hann borin av vøllinum og koyrdur beinleiðis á skaðastovuna.
Talan var ikki um ein samanstoyt ella hart spæl, men liðbandsskaðin gjørdi bráddliga vart við seg aftur tá KÍ-áleyparin setti fótin skeivt til.
Tveir mans á skaðastovuna.
Eftir venjingina hjá 1.deild hildu nakrir av leikarunum fram at venja saman við 2.deild.
Spælt var upp á tvey mál, og so mikið harðligt gekk tað fyri seg at Símun Petur Midjord lá eftir á og noyddist eisini á skaðastovuna.




