Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aleksandrs ÏEekulajevs inn – Jógvan Isaksen út

Jákup Ósá

ABroyndir at fáa neyðugu loyvini uppá pláss hjá nýggja útlendskaálopsleikaranum, sum hevur royndarvant seinastu tíðina.

Taðvar í síðstu viku, at in.fo visti at siga, at AB hevðiálopsleikaran Aleksandrs ÏEekulajevs frá Letlandi tilroyndarvenjing. Og nú sigur Sjúrður Olsen, at teir eru so mikiðvæl nøgdir við tað, sum teir hava sæð, at hann fær sáttmála,um alt gongur sum tað skal.

-Vit eru nøgdir og nú arbeiða vit við at fáa øll loyvini uppápláss. Í fótbólti kanst tú ongantíð føla teg tryggan, menvónandi eydnast tað okkum at fáa alt uppá pláss áðrenn midnáttí kvøld. Viðv. Jógvan Isaksen, so hava vit leysgivið hann fráokkum, so hann verður ikki við AB í seinnu hálvu og vit viljatakka honum fyri tíðina í AB, sigur Sjúrður Olsen.

Nevnastkann, at nýggi AB álopsleikarin í 2012 skoraði 46 mál í bestudeildini í Estlandi. Tá kappaðist hann við Lionel Messi ogChristiano Ronaldo um at fáa gylta skógvin sum mest skorandileikarin í Europa. Hann endaði á 3. plássi.

Hann væntar ikki, at nakað annað skiftið av týdningi verður í ABáðrenn midnátt, á flytingarvindeygað letur aftur.