Føroyskir dómarar leiddu U21 landsdystin millum Noreg við m.a. Martin Øvergaard og Kosovo.
Talan var um fyrsta dystin í U21 undankappingini. Dysturin var spældur á Marienlyst stadium í Drammen í Noregi. 2871 áskoðarar sóu dystin, sum Noreg vann 5-0. Á liðnum hjá Noregi spældi m.a. Martin Øvergaard úr Real Madrid, sum fyri fáum árum síðani var ein av mest eftirspurdu ungu talentunum í Europa. Dómararnir vóru úr Føroyum. Alex Troleis var dómari, meðan Dan Højgaard og Jan Hermansen vóru linjuverjar. Rúni Gaardbo var 4. dómari. Noregi vann 5-0 í einum dysti, sum norskir miðlar siga var hart spældur frá útiliðnum, har leikararnir hjá Kosovo høvdu nógvar ófantaligar taklingar. Tó fær dómarin ikki nakran kritikk. Eitt beinleiðis reytt kort kom í dystinum, tá ein leikari hjá Kosovo fekk reytt kort fyri at vera seinasti verjuleikari og taka ein upplagdan møguleika frá Noregi.




