Tíðindaskriv: Framsýningin er frá frá 3.- til 23. novembur og er opin, meðan Ribarhús er opið.
Mánadag til fríggjadag frá kl 15:00 til kl 17: 30. Leygardag frá kl 11:00 til kl. 13:00.
Framsýningin sýnir pløgg, sum Alexandra hevur bundið t. d. kjólar og skjúrt. Hetta er í føgrum bjørtum litum, sum liva í kroppi og sál og ímynda eina listaliga gongd, sum er stak sjáldsom. Maðurin, Frits, sýnir fram 50 vatnlitsmyndir, Hálvar skjøldrar og hálvt hjól í trimum ymiskum støddum.
Framsýningin lat upp hósdagin, 3. novembur kl 15:00.




