Sendingin Saman í tryggari frástøðu verður aftur í kvøld kl. 21. Nógvur tónleikur verður í sendingini. Vit tosa viđ klaksvíking í korea.
Sjúkrahússtjórin fer at tosa við vertin Ragnhild Ellingsgaard. Samrøður verða eisini við Tummas Lervig, formann í havna- og vinnunevndini hjá Klaksvíkar kommunu og Anniku Steintórsdóttir. Práta verður eisini við Vagn Foldbo, stjóra á Skúlatrøð.
Asta Højgaard singur og tað gera Rani Nolsøe og Danny eisini. Til endan verður felagssangur.
Sjónleikarafelagiđ undirheldur viđ skemti.
Vit byrja kl. 21 og til ber at fylgja við inni á heimasíðuni her. Vit leggja eitt leinki út nakað áðrenn kl. 21.



