Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alfa Pilot aftur í ferðavinnuna

Oliver Joensen

Síðani Thorleif Sigurðsson sáli, legði árarnar inn, hevur Alfa Pilot, sum hann átti staði til sølu, og nú hava menninir aftanfyri Komet keypt.

Tað eru teir báðir Petur Simonsen og Klæmint Hansen, ið standa aftanfyri smápartafelagið Komet.
Klæmint Hansen sigur við Norðlýsið, at teir frammanundan hava Komet í ferðavinnuni ein part av árinum, men Komet fæst fyrst og fremst við at fara fiskitúrar út á hav við ferðafólki.
Hetta skal Alfa Pilot ikki brúkast til. Alfa Pilot er sera vælegnað at sigla framsýningartúrar við ferðafólki, og ætlanin er at hann skal sigla til Enniberg um sumrarnar og aðrastaðni eisini.
Skipið er í sera góðum standi, hevur góða maskinkraft og tveir motorar og er bygt sum loðsbátur, so tað kann brúkast til mangt og hvat uttanfyri ferðafólkasesongina, sigur Klæmint Hansen, ein av eigarunum at enda við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl