Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alheims bønardagur fyri kvinnur

John William Joensen

Fríggjadagin 5. mars kl. 19,30 verður ALHEIMS BØNARDAGURIN FYRI KVINNUR hildin í Emmaus í Klaksvík. Í ár verða meiri enn 180 lond við í tiltakinum, har kvinnur úr ymsum kirkjum og samkomum í felag sameinast í bøn fyri teim bønarevnum, sum kvinnur úr Panama hava lagt fram.

Evnið fyri dagin er Í TRÚGV SKAPA KVINNUR FRAMTÍÐINA.

EITT SINDUR UM LANDIÐ PANAMA
Nevnir onkur navnið ‘Panama’, so hugsa vit kanska fyrst um Panama veitina, har skip kunnu sigla úr Atlantshavinum til Kyrrahavið eftir nøkrum fáum tímum.  Veitin er  81,6 km long og hevur tríggjar hylar. Vatnið, tey brúka at fylla hylarnar við, hvørja ferð skip sigla igjøgnum, verður tikið úr stórum áum, og tað svarar til somu nøgd av drykkjuvatni, sum 100.000 fólk brúka í 1 dag.
Veitin varð tikin í nýtslu í 1914, og er alt ov trong til nútíðarskip. Í meðal sleppa bert 39 skip ígjøgnum veitina um dagin. Talan hevur verið um at víðka veitina, men enn hevur Heimsbankin ikki játtað nakað lán til hetta. Í 1999 gav USA Panama rættin til veitina, men higartil hava eingir íleggjarar boðið seg fram. Hetta kemst kanska av, at økið kring  veitina er so illa dálkað av gomlum vápnum o.ø.
Fólk úr nógvum londum bygdu veitina, og nógv teirra búsettust har. Ídag eru bert 10% av íbúgvunum upprunafólk, og hini 90 % eru úr Afriku, Europu og Asiu. Tey nevna land sítt ‘Ælabogalandið’, tí fólkið hevur so ymsan húðalit.
Almenna málið er spanskt, men nógv tosa eisini enskt,- og so eru eisini nógv ættarmál.
Landið er eitt sindur størri enn Írland og har búgva 2,7 mill fólk. Veðurlagið er tropiskt,  við turrum veðri frá desember til apríl og regntíð frá mai og árið út. Stórur partur av landinum er regnskógur við fáum vegum, men nógvum áum, einar 500  áir, so fólk ferðast mest við smábátum, kano o.t. Í l6. øld førdu spaniólar tær fyrstu bananplanturnar til Panama úr Eysturafriku. Ídag verða bananir fluttar út til allan heim
Orðið ‘Panama’ merkir "yvirflóð av summarfuglum og fiski" og sipar til gróðrarríkidømið

NEVNDIN FYRI KVINNUBØNAR-DEGNUM.
Í Panama er nevndin sera fjølbroytt samansett. Til dømis er formaðurin fyrrverandi majorur í Frelsunnarherinum, næstformaðurin er úr Anglikansku kirkjuni, kassameistarin úr Hvítusunnusamkomuni, aðrar úr rómversk katólsku kirkjuni og ein úr Methodistkirkjuni. Tað kravdi nógva bøn og arbeiði at leggja evnið og skránna tilrættis. Allar meinigheitir og kirkjur hava ikki somu siðvenjur og leggja eisini dent á ymisk øki í trúarspurningum, so tær eru sera takksamar, at tær í sameining náddu á mál við hesum.

TEKSTURIN ÁHUGAVERDUR.
Í 4. Mósebók kap. 27 lesa vit um døtur Zelofads, sum livdu um somu tíð sum Móses. Pápin var deyður og tær áttu ongan beiggja, sum kundi arva jørðina. Tær sóu, at hetta fekk ávirkan bæði á sosial, fíggjarlig og familjuviðurskifti. Tí fóru tær allar fimm til Móses, Eleazar prest, allar høvdingarnar og allan savnaðin og tosaðu beinleiðis við hann um rættin at arva jørð, og at sum umstøðurnar vóru hjá teim tá, so misti familjan jørðina hjá pápanum. Móses bað Gud um vegleiðing, og soleiðis varð lógin broytt, so eisini døtur kundu arva jørð.
Kvinnur nú á døgum kunnu læra av hesum fimm systrunum, at tað hevur týdning at vera samdar í trúgv, tá vit í bøn bera okkara trupulleikar fram fyri Gud, so neyðugar broytingar kunnu fara fram.

UPPGÁVAN HJÁ KVINNUM.
Stóra broytingin í farnu øld, gjørdist sjónligast og mest týðandi, har kvinnur stigu fram og við síni nærveru og kraft ávirkaðu almenna samfelagið. Trúgv og bøn hava latið upp eygu og víðkað sjónarringar. Kvinnur í Panama hóma nógvan ótta, stríð og sorg fyri framman, men hava kortini gott treyst, tí bønin varpar ljós yvir hetta og gevur teimum vón um góða framtíð. Altso: sterka trúgvin hjá kvinnum myndar framtíðina.
Stóra fátækradømið í Panama setir stór krøv m.a. til kvinnurnar. Tær takka fyri Guds signing, kærleika og miskunn til hvørja einstaka kvinnu. Tær biðja um hjálp at vera Gudi lýdnar í broytingum, og at vera sum leiríløt við dýrgripi í.
Sum evni dagsins sipar til, so leggja tær dent á, at kvinnur í trúgv kunnu evna og menna framtíð landsins. Tí trúgvin er jú ein megi, sum virkar.

LEIRÍLØT.
Eitt annað evni, sum nortið verður við, er um leiríløt við dýrgripi í, eins og Paulus skrivar í 2. Kor. 4,7: Men henda dýrgripin hava vit í leirkeri, fyri at hin ovurmikla kraftin skal vera Guds og ikki frá okkum. Gud ynskir at evna ílætið til, so tað verður brúkiligt í hansara tænastu. Fyri at undirstrika hetta verður lítil framsýning í Emmaus av ymsum leiríløtum úr ymsum londum.
Talari um hesi evni verður Anne Lene Olofsson, Klaksvík, sum dagliga starvast sum lærari á Kambsdali. Hon fer annars saman við manninum, Peter O.K. Olofsson, til Tansania í august at arbeiða á einum prestaskúla. Hann sum lærari hjá prestum og hon sum lærari hjá prestafrúum.
Á møtinum, sum byrjar fríggjakvøldið kl 19,30, verða sýndar ljósmyndir úr Panama, síðan gongur møtið eftir skránni. Innsavnan verður til trý ymisk endamál, sum nærri verður greitt frá. Sangbólkur fer at syngja, eins og ein løta verður til fría bøn. Endað verður við einum drekkamunni.

ALLAR KVINNUR ERU HJARTALIGA VÆLKOMNAR.

Harleyfacadeacryl