Í gjár vóru eg og Árni Elttør ein gongutúr í Skúvadali. Sum altíð, so er ein túrur út í náttúruna gevandi.
Ikki var nógv av fugli at síggja. Sum myndirnar niðanfyri vísa, so sóu vit tvinnar lágir, ella lár, sum viðingar nevna tær. Hetta er ein av okkara vakrastu fuglum. Lógvin sigst ferðast suður til Írlands og Spániu um heystið og kemur so aftur higar til várs. Hóast almanakkin sigur at tjaldrið fer um hálvan september, so sóu vit bert eitt á túrinum og tað var við Núpin. Kanska fer hetta at halda til her allan vetur hvør veit.
Alingin fyllir myndina
Tá tú gongur hesa leiðina, av Núpunum og eystur í Skúvadal, so fyllir myndin av alingini nógv. Sjálvandi, alingin er ein av fremstu vinnuvegum her á landi, so ósjónlig kann hon ikki vera. Tað kostar at vit búgva her og brúka land og sjógv.
Settu nýtt út
Ein kópur lá og skædlaði ein fisk nakað heimanfyri Núp og beint sum vit komu har framvið, royndi ein bakur at fáa fiskin frá kópinum. Men tað eydnaðist ikki.
Komnir eitt sindur longur sóu vit aliringarnir hjá Bakkafrost. Tá vit høvdu gingið túrin í Skúvadal og høvdu fingið okkum ein góðan kaffimunn har, gingu vit heim aftur. Komnir aftur í Torvadal sóu vit nógvan aktivitet við ringarnar.
Jón Purkhús
Í morgun havi eg tosað við Jón Purkhús, leiðara hjá Bakkafrost í Norðoyggjum. Hann sigur, at tað teir fáast við har uttan fyri Núp á Borðoyarvík, er, at teir seta nýtt smolt úr. Smoltið vit seta út í dag liggur um 400 og 500 gram. Smoltið kemur frá ymiskum smoltstøðum. Vit halda skil á fiskinum og koyra fisk frá ymiskum støðum í ymiskar ringar.
Tá eg spyrjið Jón Purkhús um hvussu neyvt eftirlit teir hava við fiskinum eitt nú illveðri, sigur hann, at fyri tað fyrsta, so hava teir stýringina av fóðringini frá landi av. Fóðurflakin, sum liggur har verður stýrdur frá landi og eisini fær hann streym frá landi, hetta eisini fyri at óljóð frá dieselaggregatum ikki skal órógva náttarfriðin hjá fólki á Oyrum.
Harafturat síggja vit við sjónvarpstólum, yvirlit yvir tað sum er omanfyri vatnskorpina, við tað at kamera eru á uppstandandi á ringunum, harafturat síggja vit frá botninum og upp ígjøgnum ringin, so vit kunnu fylgja fóðringini haðani og síggja hvussu fiskurin er fyri.
Fluttu út
Beint nú, eru vit í ferð við at gera nýggja streymveiting av landi og út til uttasta partin av okkara aliøki. Vit eru nevniliga fluttir umleið tveir kilometrar longur út frá tí stað heimanfyri keiina á Oyri har vit byrjaðu. Hetta hevur við sær, at neyðugt er eisini at flyta streymkaðalin longu út.
Orsøkin til at vit flyta longur og longur út móti havinum og streymøkinum, er at vit ynskja at fáa so gott útskifti av sjógvi við ringarnar sum møguligt.
Útgerðin vit seta út í dag, er nógv sterkari enn hon vit brúktu fyrr, so nú ætla vit at aliringarnir skulu liggja har úti ímóti Torvadalsá allan vetur, so fáa vit at síggja hvussu leikur fer.
Fyrr hevði alingin stórar trupulleikar við kópi. Í dag sigur Jón Purkhús at enda, at kópur er ongin trupulleiki longur. útgerðin er so sterk í dag, at kópur ger einki við hana, og heldur ikki sleppur kópur upp um gyrðingina ið er omanfyri ringarnar. Vit síggja tó javnan kóp kring ringarnar, men vit skjóta ongan kóp í dag, sigur hann at enda.



















