Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aliøkið við Leitið hevur ligið brak allan vetur

Oliver Joensen

Um fyribrigdið við rúsunum hjá Andreas Sørensen, sigur ReginJacobsen, stjóri á Bakkafrost, at tað, sum hent er í móðruni úti á Sundinumvalla kann vera komið av fóðringini  íaliringunum við Leitið, tí økið hevur ligið brak allan vetur og harafturat varveturin sera harður við nógvum illveðrið, so útskiftið hevur verið stórt hesatíðina.

Vit tømdu aliringarnar 23. Oktober í fjør og ikki fyrr en ímai í ár hava vit sett út aftur.

Fiskurin, sum ídag gongur í ringunum vigar bert um 220 gramog vit fóðra ikki meira um vikuna enn vit gera um dagin, tá fiskurin er um atvera fult vaksin.

Uttan at eg skal gera meg klókan uppá hvat er hent viðmóðruni úti á Sundinum, so rokni eg við at har eru onnur viðurskifti ið ráða.

Móðra hevur helst verið har allar tíðir tí liva hummararhar. Helst er tað tað góða veðrið, ið hevur gjørt at útskiftingin hevur veriðov vánalig, sigur stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen í stuttari viðmerking.

 

LES EISINI “Eg misti bæði matarlystin og svøvnin -hetta er ótrúligt og óhugnaligt”