Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álitið Barna- og ungdómsvirðir handað Klaksvíkar kommunu

John William Joensen

Á stuttari samkomu týsdagin 21. oktober 2014 fekk Jóhann Lützen, trivnaðar-nevndarformaður, handað álitið “Barna- og ungdómsvirðir”, sum er úrslit av einari verkætlan, har umleið 160 persónar, sum arbeiða og virka innan barna- og ungdómsøkið í kommununi hava luttikið í.

Á stuttari samkomu týsdagin 21. oktober 2014 fekk Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður, handað álitið “Barna- og ungdómsvirðir”, sum er úrslit av einari verkætlan, har umleið 160 persónar, sum arbeiða og virka innan barna- og ungdómsøkið í kommununi hava luttikið í.

Klaksvíkar býráð samtykti, eftir tilmæli frá Trivnaðarnevndini børn og ung, at gera barna- og ungdómsvirðir fyri Klaksvíkar kommunu.

Klaksvíkar Býráð samtykti á heysti í 2013, eftir tilmæli frá Trivnaðarnevndini Børn og Ung at gera barna- og ungdómsvirðir fyri Klaksvíkar kommunu. Tilgongdin at orða virðini varð grundað á, at tey skuldu spretta úr íbúgvum og umhvørvinum í kommununi. Ein tilgongd har uml. 160 fólk hava luttikið í arbeiðinum. Skipað varð fyri 11 verkstovum fyri ymiskum fakbólkum. Hesir bólkar vóru umboðarir í verkstovunum:

· Børn úr 5. – 9. Flokki,

· Dagstovnar og dagrøkt,

· Skúlar,

· Frítíðarskúli og Húsið,

· Serskúlin,

· Gigni, kommunulæknar og barnatannrøktin,

· SSP – Sosialir myndugleikar, skúli og politi,

· Frítíðarfeløg, Norðoya Frítíðar- og ítróttarráð,

· Foreldraumboð í skúlastýrum og innan dagstovnaøkið,

· Barnaverndartænastan,

· Námsfrøðiliga ráðgevingin,

· Kommunala umsitingin.

Umboð úr teimum ymsu fakbólkunum hava síðani í fleiri umførum arbeitt saman og ment politikkin. Ráðgevandi fyritøkan INPUT hevur samskipað arbeiðið at orða álitið, og fyritøkan GRAFIA sniðgivið.

Á stuttari samkomu í býráðshøllini týsdagin, har nøkur av teimum, sum hava luttikið í arbeiðnum, vóru til staðar, greiddu Marjun Eystberg og Elsa Jóhanna Høgenni frá tilgongdini og arbeiðnum og handaðu síðani álitið til Jóhann Lützen, formann í trivnaðarnevndina børn og ung, sum nýtti høvið at takka øllum, sum hava luttikið í arbeinum, fyri dygdargott avrik.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Jóhann Lützen helt, eftir at hann hevði fingið handað álitið:

Trivnaðurin í hásæti

Eitt av høvuðsmálunum hjá hesari samgonguni, sum nú hevur sitið í tvey ár, er at gera íløgur í menniskjuni, sum her búgva.

Nøkur dømi um átøk, sum eru framd:

1. Vit hava longu innført barnalættan, har foreldragjaldið er sett munandi niður, og heldur á við at lækka hetta valskeiðið út.

2. Perlan lat upp í 2013, har tey við serligum avbjóðingum fáa best møguligu karmarnar at mennast undir.

3. Vit fara at byggja nýggjan skúlin, har kommunan hevur sett av 100 mió. kr. til einans fyrsta byggistig av trimum. Skúlaskapurin hevur aldri fyrr fingið so høga raðfestin, sum hann hevur í hesum døgum.

Henda uppraðfesting fevnir ikki einans um betong, men eisini um tann dagliga raksturin, har býráðið, bæði í ár og aftur komandi ári, økir játtanina til frálærutilfar.

Jørðildi í fólkinum

Tá ið vit sótu og mentu samgonguskjalið, settu vit okkum eisini fyri at orða politikkir á øllum viðkomandi økjum.

Barna- og ungdómspolitikkur var tað fyrsta, sum fór í gongd, og í tilgongdini eru vit komin til ta niðurstøðu, at orðið “politikkur” ikki er so savnandi, og tað er orsøkin til, at tann faldarin, sum eg júst havi fingið handað í dag, hevur heitið: BARNA- OG UNGDÓMSVIRÐIR.

Sum vit hava sæð, eru tað fólk í og kring barna- og ungdómsøkið, sum sjálvi hava framleitt hetta álit. Sostatt hava vit her tey virðini, sum longu finnast í okkara dugnaligu fólkum, sum hvønn dag virka millum okkara børn og ungu.

Eg eri sannførdur um, at hesin arbeiðsháttur er tann besti at tryggja, at bæði tey ungu, foreldur og tey, sum virka innan barna- og ungdómsøkið, kunnu kenna seg aftur og síggja eina meining í teimum virðum, hugsanum og málsetningum, sum mælt verður til í hesum barna- og ungdómsvirðum.

Vón mín er, at hetta skjal, óheft av partapolitikki, kann verða við til at tryggja framhaldni, felags stev og víðari menning innan okkara barna- og ungdómsøki tvørtur um skiftandi valskeið.

Endamál og innihald

Foreldur hava ábyrgdina av sínum børnum. Luturin hjá Klaksvíkar Kommunu, hjá okkum, er – í samstarvi – at skapa teir best møguligu karmarnar, ið stimbra menningina av okkara børnum og ungu til at standa seg, bæði her heima og seinni eisini í altjóða høpi.

Endamálið við barna- og ungdómspolitikkinum er, at Klaksvíkar Kommuna hevur niðurfeldar hugsanir um, hvat eitt gott barna- og ungdómslív er, og hvussu vit røkka hesum málsetningum.

Tað er tað, sum vit kunnu lesa í hesum álitinum.

Innihaldið er skipað í fýra høvuðsbólkar:

· samstarv og samskifti

· læring og menning

· heilsa og trivnaður

· frítíð og umhvørvi

Við álitinum siga vit A. Nú mugu vit ikki gloyma at siga B

Fyri at ítøkiliggera, at hetta ikki bara er eitt álit, sum skal savna dust í einari skuffu – latið okkum taka eitt dømi.

Undir bólkinum “samstarv og samskifti” verður m.a. sagt:

Samskifti

Klaksvíkar kommuna vil virka fyri einum høgum kunningarstøði, har borgarin lætt atkomuliga fær upplýst møguleikar og tilboð, sum venda sær til børn og ung.

Hetta verður gjørt við einari vælvirkandi og dagførdari heimasíðu, www. klaksvik.fo, sum inniheldur upplýsingar um m.a, skúlar, dagstovnar, frítíðarfeløg, kvøldskúla, musikkskúla og onnur tiltøk. Miðast skal móti, at kunningin eisini verður á enskum.

Hetta setir krøv til kommununa um at vera frammi í skónum, tá ið tað ræður um nútímans samskiftishættir. Her kann eg nevna, at vit hava í hyggju at dagføra og menna klaksvik.fo.

Undir bólkinum “læring og menning” stendur:

Børn og ung skulu virðast sum einstaklingar við egnum virðum og meiningum. Samtundis skulu tey menna síni evni til at virka í bólki, at knýta vinarbond, at klára tvístøður, at skilja rættindi og skyldur, og at taka ábyrgd av felags reglum.

Tí hevur Klaksvíkar býráð tikið stig til at skipa fyri ungdómsbýráðið, sum fyri fyrstu ferð verður roynt í desember í ár.

Har sleppa tey ungu at royna seg sum politikarar í ein dag, har teirra samtyktir verða lagdar fyri t.d. trivnaðarnevndina børn & ung

Triðja og seinasta dømi, eg vil nevna, er undir bólkinum “frítíð og umhvørvi”, har tað stendur:

Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin og menningina hjá børnum og ungum, at tey luttaka í skipaðum frítíðartiltøkum.

Klaksvíkar kommuna er farið undir granskingarsamstarv við størri býir í Evropa, har gransking verður brúkt sum grundarlag fyri politiskum avgerðum.

Vit vilja vita heldur enn at gita.

Klaksvíkar kommuna – fyri øll

Hetta álitið verður nú lagt fyri Trivnaðarnevndina Børn og Ung umframt aðrar viðkomandi nevndir, og fyri Býráðið til viðgerðar og samtyktar.

Klaksvíkar kommuna skal verða ein kommuna fyri øll, har hon ásannar, at øll menniskju ikki eru fødd inn í henda heim við somu fortreytum. Tí eru hesi barna- og ungdómsvirðir galdandi fyri øll børn og ung – eisini tey við serligum avbjóðingum.