Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álitið um Tónleikaskúla og Mentanardepil í Klaksvík

John William Joensen

Í longri tíð hevur Klaksvíkar Tónlistaskúli virkað undir sera trongligum umstøðum hølisliga eftir at hava virkað nú í meira enn 25 ár.

Samstundis er Klaksvík illa fyri til at bjóða seg fram sum fyrireikari av konsertum og líknandi.
Hetta hevði við sær, at nevndin fyri Klaksvíkar Musikkskúla í 2000 heitti á tríggjar persónar, um at virka sum fyrireikandi nevnd til tess fáa projekt til vega og kanna fíggingarmøguleikar fyri einum tónlistaskúla við tilhoyrandi konserthøli, sum eisini skuldi kunna nýtast til onnur mentanartiltøk
Nevndin var samasett av Jógvani Clementsen, fyrrv. kommunuskrivara, Ova Frederiksen, fyrrv. borgarstjóra og fyrrv.lærara og Alex Sólstein, fyrrv. skúlastjóra og hevur verið sum framvegis er virkandi í tónlistalívinum í Føroyum.
Nevndin hevur gjørt eitt valaarbeiði, hon hevur verið á vitjan í grannalondum okkara, og fingið týðandi upplýsingar, samráðst við Toll- og skattamyndugleikar viðvíkjandi forminum fyri, um hetta skal vera ein vanligur kommunalur stovnur ella ein sjálvs-ognarstovnur og samráðingar hava verið við lands- og kommunalar myndugleikar og peningastovnar.
Fyri rúmari tíð síðani hava vit fingið at vita, at ein samlað ætlan er gjørd og fyriløgd býráðnum, og málið hevur verið umrøtt av fleiri enn sjálvum býráðnum.
Skitsuprojektið, sum Karl Jákup Danielsen hevur gjørt , er sera áhugavert. Ætlanin liggur í Miðbýarprojektinum; hon fellir væl inn í hetta umhvørvið og fer at skapa lív í miðbýnum bæði á degi og kvøldi.
Tað hevur tó undrað okkum, at onki meiri hevur hoyrst um hetta fyri Klaksvíkina so viðkomandi projektið, serliga nú vit síggja, at fasta sambandið við restina av Føroyum fer at gerast veruleiki.
Klaksvík hevur lutfalsliga ríkt mentanarlív við breiðum tónleiki, Klaksvíkar Hornorkestri, popbólkum, sangkórum, Norðoya Listafelag, myndlist har fólk um vetrarnar eisini roynir at fáa sær eina betri útbúgving, Klaksvíkar Sjónleikarafelag og eitt nú Bókasavnið liggur tætt uppat miðbýnum.
Einki alment er komið fram um hetta áhugaverda projektið, men vit hava fingið hendur á einum eintaki av álitinum og fer Norðlýsið at venda sær til kommunalu myndugleikarnar og fyrireikingarnevndina í komandi bløðum, fyri at fáa hetta meiri útgreinað.
Hetta er ikki bara harðliga tiltrongt, men tvingandi neyðugt, um vit skulu verða við í tónleika- og øðrum mentanartiltøkum í komandi tíðum.