Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alivinnan steðgar upp

John William Joensen

Vit kunnu vænta okkum nøkur soltin ár í fiskivinnuni og eitt nú alivinnan fer neyvan at koma fyri seg aftur tey fyrstu bæði árini í besta fall.

Sum skilst, so læsa lániveitararnir nú fyri posabandinum tá ið um fígging ræður. Havsbrún í Fuglafirði tekur seg eisini úr, tað ljóðar at Havsbrún, sum eigur í nógvum av alibrúkunum nú hevur sannað at slagið er tapt á hesum sinni og avskrivar tí øll síni virðir í alivinnuni niður á 0 og harafturat verður ikki veitt fígging til fóður, alt skal gjaldast við kassa 1, sum tikið verður til.
Hetta hevur so við sær, at smoltstøðirnar fara at leggja stilt, ímeðan tað sum gongur í ringunum nú verður tikið og selt fyri tað, ið kann fáast fyri tað. Eitt nú Føroya Banki, ið hevur strekt seg langt í alivinnuni, trekkir seg nú aftur eftir hæli og um bankin skal fíggja nakað í alivinnuni framyvir, so skal munandi av eginpeningi til áðrenn Føroya Banki spælir við.
Alt hetta fer at fáa stóra ávirkan, eisini her í Norðoyggjum, tí ringvirkningarnir frá óheppnu gongdini í alivinnuni fara eisini at hava ávirkan á onnur arbeiðispláss kring um í vinnulívinum.
Flakavinnan er í løtuni heldur ikki væl fyri. Hanus Hansen, stjóri á JFK segði á fiskivinnufundinum í býráðshøllini, at á Kósini var tað bert saltfiskurin, ið gav eitt lítið avkast, ímeðan flakaarbeiðið gav hall.
Vit vita, av egnum royndum, at tað til allar tíðir hevur gingið upp og niður í fiskivinnuni, og tað eigur ikki at koma okkum dátt við, eftir so mong ár í undanvindi í fiskivinnuni, at lotið nú er ímóti. Men fyri okkum øll er at vóna, at lotið ikki gerst til eitt rættuligt ódnarvegur.
Búskaparfrøðingar siga annars, at vit eru munin betur fyri at taka ímóti nosinum nú enn í 1990-unum.
Latið okkum bert øll vóna at teir hava rætt.