Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alkoholpolitikkurin hjá Atlantsflog oyðileggjandi

John William Joensen

segði Jenis á Rana, løgtingsmaður í morgun undir tingviðgerini.
– Tað kann ikki vera rætt at fólk kunnu drekka seg full og at tey sum ikki eru áhugaði í hesum skulu gjalda fyri tað.

Undir tingviðgerini í morgun, segði formaðurin í Miðflokkinum Jenis av Rana, at tað var lítið høpi í tí levnaði sum gekk fyri seg umborð á flúgvarunum hjá Atlantic Airways.
– Tað kann ikki vera rætt at fólk kunnu drekka seg full ókeypis umborð á flogførunum og at tey sum ikki eri áhugaði í hesum skulu gjalda fyri tað.
– Kostnaðurin fyri alkoholnýtsluna hjá summum ferðafólkum, verður jú lagdur oman á ferðaseðalprísin hjá øllum sum flúgva við Atlantic Airways, og tað kann ikki vera rætt.