Minningarhald teirra sjólátnu verða í Klaksvík, Syðradali og Norðdepli í dag
Klaksvík
Minningarhaldið í Vágstúni byrjar kl. 15, tá Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini bjóðar vælkomin. Síðan verður kórsangur og felagssangur, áðrenn Atli Rasmussen heldur røðu.
Síðan verða kransar lagdir vegna Klaksvíkar Býráð, landsstýrið, Klaksvíkar útróðrarfelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag. Jógvan Skorheim, borgarstjóri leggur kransin vegna Býráðið.
Eftir hetta verður aftur kórsangur og felagssálmur, áðrenn Tummas Lervig endar haldið. Boðið verður síðan til drekkamunn í Emmaus, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Syðradalur
Minningarhaldið á Syðradali byrjar kl. 13.30
Jósup siglir úr Klaksvík til Syðradals kl. 13, og bussur koyrir niðan í bygdina og oman aftur eftir haldið. Kransar verða lagdir vegna JFK Trol, Christian í Grótinum, Klaksvíkar útróðrarfelag, Klaksvíkar kommunu, Føroya fiskimannafelag og onnur, og tað verður Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri sum leggur kransin vegna Klaksvíkar kommunu.
Boðið verður til drekkamunn í suðuri í skúlanum eftir haldið.
Norðdepil
Minningarhaldið við minnisvarðan í Norðdepli byrjar kl 15.00 við at Irdi Jacobsen, borgarstjóri bjóðar vælkomin. Síðani verður felagssangur áðrenn Jákup Erlingsson Petersen, prestur, heldur røðu.
Síðani leggur borgarstjórin krans vegna bygdaráðið.
Haldið endar við felagssangi.
Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin til drekkamunn í skúlanum á Fossánesi.



