Asbjørn Lómaklett bjóðaði vegna minnisvarðanevndina vælkomin. Øssur Kjølbro, prestur helt røðu, sum vit prenta.
Undir fylgispæli hjá Andras Sólstein á Cornet vóru sálmarnir “Stýr míni skútu í ódn og logn”, “Vit veltu og vit sáddu” og “Takk, Guð fyri alt, sum hendi” sungnir.
Kransar, sum m.a. JFK-trol, Kristian í Grótinum, Klaksvíkar Útróðrarfelag og Klaksvíkar Kommuna høvdu latið, vórðu lagdir.
Til endans varð “Tú alfagra land mítt” sungin.
Niðanfyri verður røðu hjá Øssur Kjølbro, presti, sum endurgivin:
Røða á minningardegi teirra sjólátnu
Við minnisvarðan á Syðradali 1. november 2020
Góðu áhoyrarar!
Í søguni hjá øllum tjóðum eru dramatiskar hendingar, ið eru vorðnar partur av felags minninum, ja, samleikanum hjá fólkinum. Ógvisligar, skakandi, kanska eisini stórfingnar hendingar – stundum góðar, men líka so ofta syrgiligar. Soleiðis eisini hjá okkum, og her eru tað ikki minst tær skakandi hendingarnar, ið eru farnar fram á firðum og sundum millum oyggjarnar og á havinum rundan um okkum og við fremmandar strendur, ið hava verið við til at mynda okkum. Nú á døgum siga vit kanska, at tær eru partur av okkara DNA. Tí er ein slíkur minningardagur teirra sjólátnu eisini eitt natúrligt og gott høvi at steðga á.
Sjálvur havi eg frá barnsbeini hoyrt um tvær sera skakandi hendingar á sjónum, sum festu seg í mítt unga sinni. Hóast tær fyri tað mesta vórðu sagdar mær munnliga, man einki filmshandrit verða meira dramatiskt frágingið. Báðar hendingarnar eru væl kendar og ofta bornar fram bæði á skrift og í talu, so eg skal ikki dvølja við sjálvar hendingarnar. Tær liggja báðar eisini so mikið langt afturi í tíð, at vit tíbetur kunnu siga, at tíðin er ein heilt onnur í dag.
Eg sipi til óhugnaliga eldsbrunan umborð á Acorn í 1928, har 7 mans, teir flestu av teimum blaðungir, brendust til deyða. Fríðrik Klein úr Gjógv, annar langabbi mín í móðurætt, var við, og 16 ára gamli sonur hansara, Poli, ommubeiggi mín, var ein av teimum, ið fórust. Hin er frásøgnin um Ernestinu í 1930, har 9 mans sjólótust. Annar langabbi mín í faðirætt, Sigmund Brest, var ein av teimum, ið komu heim aftur, takkað verið stóra bjargingarbragdinum hjá Ziska á Fløtti. Áðrenn Ziska svam í land í eini roynd at bjarga manningini, høvdu teir báðir og Jóan Magnus Høgnesen, sum kom aftur í kistu, staðið og hildið um hvør annan, meðan brimið skolaði oman yvir teir.
Men eg tosaði um hetta við tí felags minninum og samleikanum. Hjá familjum teirra, ið vóru við, bæði teimum, ið bjargaðust, og teimum, ið fórust, prentaðu hesar hendingar seg inn í teirra DNA, eins og í teimum bygdum, ið vórðu so hart raktar. Her kundi eg lagt afturat syrgiligu frásøgnina um Kall fleiri áratíggju seinni, tá eingin spurdist aftur, og sum Markus í Norðnástovu nam við í fjør.
Ikki minst gjørdi tað nakað við meg at hoyra ommurnar og teirra ættarlið greiða frá degnum, tá boðini bórust heima. Bæði um teir, ið vóru bjargaðir, og teir, ið fórust. Og ofta var ikki greitt beinanvegin, hvør stóð á hvørjum lista. Og síðani, tá teir, ið bjargaðust, komu heim aftur.
Fyri okkum nú á døgum kann tað tykjast so løgið at hoyra, at eingin segði nakað, tá slíkar vanlukkur raktu. Eingin tosaði um tað. Yngru ommusystrar mínar við Gjógv, ið høvdu mist bróður sín við Acorn, fingu bara at vita, at nú skuldu tær fara til tað og tað húsið og vera har fyri dagin, uttan eitt orð um hví.
Um tað mundið eg varð føddur, lá langabbi, Sigmund Brest, tá um 80 ára aldur, á sjúkrahúsinum. Og ein dagin pápi mín og omma koma inn á sjúkrastovuna at vitja hann, situr Ziska á stóli við sjúkrasongina hjá langabba, og teir halda álvarsamir í hondina hvør á øðrum, uttan at eitt orð verður talað. Hvar mundu tankar teirra vera hesa løtuna?
Vit vita nú á døgum, hvussu umráðandi tað er at tosa um tær skakandi hendingar, sum einum eru fyri. Men hvønn skuldu eitt nú hálvar bygdir tá á døgum tosa við? Tá vanlukkurnar vóru so ógvisligar og raktu so meint? Tøgnin var óivað teirra máti at handfara tað, ið var ov svárt at tosa um. “At tiga hevur sína tíð, og at tala hevur sína tíð”, sigur Prædikarin (3,7).
Vit eiga frásagnirnar, tí nakrir komust undan og kundu greiða frá, hóast sera treyðugt. Í øðrum førum kom eingin aftur. Og sum vit dvølja við nøvnini, ið eru rist inn í steinar rundan um henda vakra minnisvarðan og aðrar um landið, kunnu vit einans ímynda okkum standin, tá ein fórst einsamallur eitt nú fyri bakka ella á sjónum, tí eingin veit frá einum at siga. Og eingin veit heldur frá mongum at siga, tá eingin teirra spurdist aftur. Men øll hesi fólk og hendingarnar eru á sama hátt rist inn í okkara felags minni og samleika.
Eitt afturat havi eg hug at nevna frá gomlu tíðini. Tað er hávirðingin fyri teimum einkjum, ið mistu mannin á sjónum – stundum umframt son, faðir ella bróður – og brádliga stóðu púra einsamallar við ofta stórum barnaflokki. Serliga hugtakandi havi eg altíð hildið minnisvarðan við Gjógv vera, har Fridtjof úr Pállstovu í Mikladali hevur myndað eina einkju við tveimum børnum. Mamman og dóttirin líta út á hav, haðani pápin ikki kom aftur.
Men sonurin er skipsklæddur og hyggur oman á støðna, tí hóast vanlukkuna stundar hann til sjós, og helst hevur hann einki annað val. Seinasta vetur frættist um ætlanir at reisa ein minnisvarða um kvinnur, sum doyðu í barsilssong. Tær, sum lótu lív, tá ið tær góvu lív. Hetta leiddi tankar mínar aftur á sjómanseinkjurnar, tí hóast tær ikki lótu lív, kravdist í mongum førum ein næstan ómenniskjaligur innsatsur, fyri at fáa børnini væl undan. Og tí hugsi eg, at hóast einkjan á standmyndini hjá Fridtjof við Gjógv ikki er nøkur ávís einkja, so ber hon í hugaheiminum hjá mongum, sum komu væl undan, navnið á mammu ella ommu teirra.
At vit í ár – eins og í fjør – kunnu fegnast um, at eingin er farin í starvi sínum á sjónum seinasta árið, minnir okkum á tøkkina! Tøkkina fyri vernd og varðveitslu! Eisini fyri tær mongu ferðirnar, tá vanlukka hótti, men alt spældi væl av. Tá neyðarróp vórðu send til hin alvalda og vórðu svarað, soleiðis sum vit ynsktu. Tá góður sjómansskapur og røtt avgerð í rættari løtu gjørdi, at dagurin ikki gjørdist enn ein feigdardagur at minnast, men tvørturímóti eitt høvi at takka fyri hvønn nýggjan dag, skaparin gevur okkum.
Og í ár kunnu vit eisini takka fyri, at tað eru 75 ár liðin, síðani seinni heimsbardagi endiliga var av. Hetta kríggj, ið eisini tók so nógv føroysk mannalív og var atvoldin til, at vit fóru at halda minningardag teirra sjólátnu. Vit kunnu takka fyri friðin, ið hevur valdað í okkara parti av heiminum seinastu trýkvart øldina, tí líta vit í evropeisku søguna, er tað eingin sjálvfylgja.
Og so kunnu vit eisini vera takksom fyri, at skip og bátar eru so nógv tryggari í dag, bæði sjálvt farið, navigatiónsútgerð, trygdarútgerð, samskiftisútgerð, útbúgvingar, veðurforsagnir, tilbúgving og so framvegis. Tó minnir hesin árligi dagurin okkum á, at vit ongantíð kunnu siga, at vandin er av, so leingi vit vilja gagnnýta teir møguleikarnar, sum havið gevur.
Vit hava reist minnisvarðar sum henda, tí umráðandi er at hava eitt stað at syrgja, dvølja, tiga ella tala. Serliga hjá avvarðandi teirra, ið onga grøv fingu. Tí “at tiga hevur sína tíð, og at tala hevur sína tíð”, og bæði eru umráðandi.
Tí hóskar kristna trúgvin so væl til teirra, ið syrgja, tí henni vantar eisini ein grøv! Grøvin er har, men hon er tóm! Tí trúgvin á Jesus Kristus krøkir seg fast í hann, ið bøtti fyri øll heimsins misbrot við sínum egna lívi og síðani sum tann einasti sigraði á sjálvum deyðanum, knústi vald deyðans á sær og á okkum annars deyðiligu menniskjum, og soleiðis vann okkum eina livandi vón um ævigt lív. Og at tað ikki einans er ein vakur háfloygdur tanki at hugleiða um, men ítøkiligur veruleiki at byggja á, syrgdi Gud fyri, við at lata mong hundraðtals eygnavitni kunna bera vitnisburð sín víðari um, at tey sjálv ikki einans sóu hann eftir uppreisnina, men eisini tosaðu við hann, ótu saman við honum og numu við sár hansara!
Kristna trúgvin byggir soleiðis eisini á ítøkiligar dramatiskar søguligar hendingar, sum eru heilt grundleggjandi partur av samleika – DNA – okkara, ið trúgva. Ja, Jesu uppreisn er tann eina altavgerandi hendingin í Skriftini, sum ger tað neyðugt hjá einum og hvørjum menniskja á fold at fyrihalda seg til timburmanssonin úr Nasaret. Sum Paulus sigur við atenbúgvar í Áps, “hevur Gud gjørt hetta fullvíst fyri øllum, við tað at hann reisti hann upp frá deyðum” (Áps 17,31).
Hesa slitsterku vón hava óteljandi føroyingar krøkt seg í, tá sorgin rakti. Tey máttu siga, eins og lærusveinarnir søgdu við Jesus: “Harri, hvønn skulu vit fara til?” (Jóh 6,69) Og júst hjá tí krossfesta og upprisna frelsaranum møttu tey einum, ið skilti tey.
Tey gomlu kendu sína bíbliu, eisini teir partarnar í GT, har tað ørkymlaða og ráðaleysa menniskjað ærliga gremur seg fyri skapara sínum um lagnu sína. Eitt nú Sálm 44, har sálmaskaldið sigur: “Vakna! Hví svevur tú, Harri? … Hví fjalir tú andlit títt og gloymir neyð vára og trongd?” Bíbliunnar Gud, ið opinberaði seg fyri mannaættini sum ein vanligan timburmann úr Nasaret, tekur tað skakaða og syrgjandi menniskjað í fullum álvara og rúmar tí fult og heilt.
Henda sama livandi Gud kunnu vit eisini venda okkum til, bæði í góðum og minni góðum døgum. Tí, sum Prædikarin eisini sigur: “Hin góða dagin skalt tú vera í góðum lagi, og hin ringa dagin skalt tú minnast til, at Gud hevur gjørt hann við líka so væl sum hin” (Præd 7,14).
___
Vanligt er, at vit lesa nøvnini á teimum, ið farin eru í starvi sínum á sjónum síðani seinasta allahalgannadag. Men eins og í fjør eru vit í tí gleðiligu støðu, at eingin er farin í starvi sínum á sjónum seinasta árið. Men vit steðga á við tøgn eina løtu og minnast tey við virðing, sum farin eru, bæði í ár og hini árini, bæði á sjógvi og landi.
Friður veri við minni teirra!


