Ongin verja, ongin miðja einki álop! – Har er snøgt sagt einki at heinta og eftir mínum tykki hevur landsliðsvenjarin spælt fallit, sigur fyrrverandi landsliðsleikarin Allan Mørkøre
Eftir 6-0 tapið ímóti Skotlandi í kvøld, hittu vit fyrrverandi landsliðsleikaran Allan Mørkøre.
– Fyrr stóðu vit altíð væl í verjuni, tí vit kendu veikleikarnar hjá okkum.Vit vistu at vit ikki kláraðu at spæla upp við stóru fótbóltstjóðirnar og tí løgdu vit stóran dent á verjuspælið og tað er ein skandala at vit hava slept hesum hugburðinum.
– Boðskapurin hevur nú verið, at vit skulu leggja okkum eftir at spæla meira áhugaverdan fótbólt og úrslitið síggja vit í stórtapunum.
– Tveir teir seinastu dystirnar hava vit snøgt sagt einki víst.
– Liðuppstillingini er eisini katastrofal!
– At seta Jákup á Borg, sum er ein sera góður fótbóltsleikari, á høgra bakk er einki høpið í og úrslitið var eisini at Føroyar høvdu ikki eitt tað einasta innlegg.
– Julian skuldi sambært landsliðsvenjaranum vera trygdin fyri fightaraviljan, men hann hevur verið skaddur leingi og vísti seg als ikki at vera klárur til landsliðið.
– Liðskiparin á landsliðnum spælir i miðjuni á næst bestu deildini í Føroyum og málini raplað inn, og soleiðis kundi eg hildið á.
Landliðsvenjarin má skiftast út
Allan Mørkøre er sera avgjørdur og heldur at landsliðsvenjarin hevur víst at hann ikki hevur kalibur til altjóða fótbólt.
– Eg segði tað tá hann tók við og eg haldið at øll nú hava sæð tað í verkið.
– Jógvan Martin hevur ov lítla respekt millum leikararnar, og ivist í um ein av okkara bestu leikarum, Claus Bech Jørgensen, ikki hevur fingið nokk av landsliðnum. At hann skuldi sita á beinkinum var ófatiligt.
– Eg havi sera trupult at fáa eygað á nakað positivt.
– Sum áður sagt, so haldi eg at vit mugu vera realistiskir og leita aftur til hugburðin har vit spældu tann fótbólt sum vit megnaðu.
– Tá kláraðu vit at verja stóran partin av dystinum og so fingu vit altíð málmøguleikar.
– Einki gott kemur burtur úr einum 6-0 tapið og um nøkur krøv verða sett til landsliðsvenjaran so eigur hann at fara nú!
– Kappingin er longu farin fyri okkara viðkomandi og tí mugu vit byrjað av nýggjum við nýggjar leiðslu og so vóni eg at teir landsliðsleikarar, sum leingi ikki hava víst nakað, vera vrakaðir og aðrir sleppa at royna seg.
– Sjálvur spæli eg í næst bestu deildini, men tað er eingin ivi um at eg hevði staði meg nógv betur enn fleiri av hasum, sum als ikki eru kompetentir til at bera føroyska landsliðsbúnan.
– Landsliðsvenjarin sigur at fleiri leikarar eru skaddir, men veruleikin er, at tala bert er um tveir leikarar, Jón Róðin og Suni Olsen. Ingi Højsted hevur spælt so lítið á landsliðnum at hann kann ikki roknast upp í stammuna, og eitt lið eigur at tola tveir skaddar leikarar.
– Vit skulu m.a. møta Italia og Frankarríki og so kann ein bara gita hvat úrslitið verður um hendan gongdin sleppur at halda fram.
– Eg eri sera skuffaður, tí hetta ger at áhugin og respektin kring føroyskan fótbólt er fallandi og kann ikki sleppa at halda fram.




